Lýsing
Lýsing
Lýsing

Springarar ferðast tvørtur um Atlantshavið

SKRIVAÐ: Havstovan  |  16.12.2025 - 12:29 Tíðindaskriv

Við GPS-loggarum hava vit á fyrsta sinni fingið innlit í, hvussu ferðingarmynstrið hjá springarum, sum eru merktir á føroyska landgrunninum, er. Hesi úrslit eru víst í nýggjari grein, útgivin av tíðarritinum Frontiers in Marine Science (DOI: 10.3389/fmars.2025.1636440).

 

Loggingarnar vístu, at springararnir spjaðast skjótt eftir merking, ólíkt grind, sum heldur saman í bólki. Sum kanska væntað, ferðast springararnir nógv kring Landgrunnin og í Hetlandsrennuni. Meira forkunnugt er, at fleiri springarar hava miðvísa kós vestur í hav, tá komið er út á heystið. Teir svimja sunnan fyri Ísland, vestur á landgrunnin við Eysturgrønland, og ferðast so suður í ein meldur, miðskeiðis í Irmingerhavinum. Sera sterkir og kaldir vindar skapa nógva vertikala blanding á hesum leiðum, sum so aftur økir um mattilfeingið upp gjøgnum vatnsúluna. Og springararnir kava djúpt. Ofta djúpari enn 400 m, og ein kom heilt niður á 616 m, sum er met.

Hetta er fyrstu ferð, at slík trans-Atlantisk ferðing er ávíst fyri springarar. Greinin gevur týdningarmikla vitan, sum er fyritreyt fyri burðardyggari umsiting av springarastovninum í einum Norðuratlantshavi, sum er merkt av verðurlagsárini.

Arbeiðið er fíggjað av verkætlanini TOPLINK, ið er partur av granskingarskránni MARiNAO, umsitin av Granskingarráðnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir…
Springarar ferðast tvørtur um Atlantshav…
Jørgen: - Dennis Holm, fíggjar­nevndarlim…
Hiddenfjord við ESG frágreiðing um burða…
Ársfrágreiðing 2024 við átta tilmælum
Syngja jólini inn í Hvannasunds kirkju
Frálík jóla­konsert í Christians­kirkjuni
Fríggja­dagin tann 12. desember fingu 14…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
30 ár í starvi hjá Nes kommunu
Eyðgunn: Varpið fær ongan rakstrarstuðul
Varpið fær heldur onki í 2026
Heiðurs­konsert fyri Teimum av Kamarinum
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Treysti: Móttøka fyri Julian Gregersen
Søkja eftir stjóra til KG
Mjølnir vann á oddalið­num SÍ, og KÍF van…