Fríggjadagin tann 12. desember fingu 14 lærlingar ta seinastu skúlaváttanina frá TSK
Fríggjadagin tann 12. desember kundu 14 lærlingar á maskin- og timburdeildini á TSK umsíðir hátíðarhalda, at teir høvdu staðið sveinaroyndina
Og eftir nógvar vikur við drúgvum arbeiði kundu teir taka í móti sveinaprógvunum frá skúlastjóranum. Hetta varð heiðrað við røðu frá Sunnvard Andreasen, stjóra í Articon, felagssangi og frálíka góðum mati.
TSK ynskir sveinunum hjartaliga til lukku við prógvunum og blíðan byr.
Maskinsmiðir, standandi frá vinstru: Bárður Ljósá Rasmussen (í læru hjá Mest), Dávid Reginsson Rasmussen (Univice), Heini Næs (Klaksvíkar Sleipistøð), Esmar Svøðstein Justinussen (TTS), Dánjal Klæmintsson (KJ-Hydraulik), Svend Davi Bogason Brekku (Mest), Aron Isaksen (Kósin), Finnbogi Poulsen (KJ-Hydraulik), Ísakur Gregersen (Mest)
Húsasmiðir, standandi frá vinstru: Pedro Taracon Anton (í læru hjá Búsetur), Milan Fríði Samson (Malltek), Sonja Eliasardóttir Simonsen (Articon), Gudmar Hansen (Byggimeistarin), Bjartur Hansen (Byggimeistarin)