Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er blakað undir bussin hjá Putin
Síðani Donald Trump endaði í Hvítu Húsunum, hevur hann áhaldandi máað undan álítinum millum tey sameindu hjá USA
Hansara megalomani verumáti, saman við virðingini fyri autokratum og despotum, hevur sent greið boð til heimin: Trump setir persónligt vald og ráksnúgvið samstarv framum demokratisk virði og transatlantiska samstarvið.
Trump rósar sær av góðu viðurskiftinum við navnframar despotar, harímillum Putin, og brúkar vanliga vendingina: ”I know him well, and he is a great guy”. Slíkur málburður, har Trump dámar “hesi valafólk” avdúkar politiska moralin.
Samstundis hevur hansara viðgerð av Europa og Ukraina verið vanærulig, umframt at hann miðvíst hevur minkað stuðulin til Ukraina niður í einki. Samstarvið við Zelensky hevur verið niðrandi og eyðmýkjandi. Trump gevur Ukraina skuldina fyri innrásina hjá russum og eisini ukrainum og ES ábyrgdina av, at kríggið ikki er endað?
Mótvegis Putin og russum eru bert komnar hissini átalur frá Trump, t.d., at honum ikki dámar álopini á sivil í Ukraina, tá russar senda hundraðtals missil og dronur at lamløsta, drepa, terrorisera sivil og oyðileggja infrakervið.
Í farnu viku visti ST at siga, at russisku oyðileggingarnar í Ukraina nú eru komnar uppá 3400 milliardir kr.
Yvirvaksin ego
Lærhvølparnir, varaforsetin JD Vance og krígsmálaráðharrin Pete Hegseth, taka av fullum huga undir við atburðinum hjá Trump, og hava enntá hert retorikkin í samsvari við teirra yvirvaksnu ego og ósømiliga almenna atburðin móti Europa og Ukraina.
Samstundis blása teir seg upp sum stavnamenn at verja kristin virði. Teirra útgáva, har sannleikin verður skiftur út við manipulering, kærleiki til hevnd og kritikkur lýstur sum blasfemi. Átrúnaður er vorðin politiskt gjaldoyra og falslæti løgfest sum trúskapur og fráhald.
Hesir, sum eftir moralsku vágskálini á flestu parametrum, sanniliga treingja til umvending. Teir og Trump himprast ikki við at eyðmýkja, útskamma og niðra øll, sum seta kritiskar spurningar við teirra politikk og avrik, ið avdúkar fullkomið ótollyndi móti øllum, sum ikki bukka og sleikja fyri teirra áskoðan. Appellurin er til svínhundin í okkum øllum.
Lyndið
Tað er óskiljandi, at mong kristin hampafólk ikki síggja lyndið í hesum monnum, har Trump, umframt alt annað, eigur fimm børn við trimum kvinnum, at Hegseth, sum eitt óálítandi fják, er giftur tríggjar ferðir og alment ákærdur av mammuni fyri ótrúskap og at fara illa við konuni. Og so Vance, sum var ein av mest markantu mótstøðumonnunum hjá Trump. Í 2016 kallaði hann Trump fyri amerikanska Hitler, idiot og ein skensil. Hetta helt á til Vance fann útav, at tað loysti seg betur at stuðla Trump. Hann var erkleraður ateistur, sum brádliga gjørdist katolikkur, tá hann valdi at fara í politikk og fekk yvir 100 mio. dollarar til valstríðið, mesta frá techmilliarderum í California.
Og so ikki at gloyma Musk, sum við sínum 5 konum, eigir 10 børn við trimum av teimum.
Peningur og valdið
Har er snøkt sagt eingin moralur, alt snýr seg um pening og vald. Nú eisini sementerað av golfvininum og semingsmanninum hjá Trump, Steve Witkoff, sum er ognarspekulantur og hevur havt tætt samband við russiskar grunnar, íleggjarar og oligarkar. Witkoff, sum ongar royndir hevur sum diplomatur, verður kallaður deal-maker? Hann arbeiðir saman við versoninum hjá Trump, Jared Kushner, sum heldur ikki er diplomatur, og sum síðani 2015 hevur havt íløgusamstarv við russisk áhugamál.
Hesir báðir komu herfyri sum kettur úr høvdatrogi við 28 pkt. friðarætlan fyri Ukraina, sum Putin nikkaði til. Hvørki Ukraina ella Europa vistu av hesum ”friðarátaki” og gav Trump Ukraina eina viku at góðtaka uppskotið, sum var ein gáva til Putin. Har vóru allar dyr latnar upp fyri Putin, stór øki handað russum, eingi revsiátøk fyri allar ræðuleikarnar, sum russar høvdu framt móti ukrainum, Zelensky skuldi frá, nýggj stjórn setast í Kiev osfr.
Ein skelkur fór gjøgnum Europa. Trump hevði fullkomiliga sett Ukraina og Europa uttanfyri ávirkan. Tað vóru hann og Putin, sum skuldu býta á skinninum í Ukraina.
Dagarnar aftaná var nógv fundarvirksemi í Sveis, har Marco Rubio luttók fyri USA. Har var ”friðarætlanin” hjá Trump skorin upp og minimerað. Síðani er einki nýtt komið undan kavi, burtursæð frá, at Putin hevur kunngjørt, at fær hann ikki sín vilja við góðum, so verður tað við illum. Ja, so boð frá Trump á Politico, har hann aftur niðrar Zelensky - ikki eitt orð um Putin.
Stratigiætlanin
Krúnan á verkinum sá so dagsins ljós um dagarnar. Nýggj strategiætlan hjá Trump, Vance og Hegseth, sum var ein harðlig ábreiðsla móti Europa og ES. Europa er trupulleikin. Nærum ikki eitt orð um Russland. Trump kennir seg ikki forpliktaðan mótvegis Europa, soleiðis sum ES skikkar sær. Tað er sjónligt, at hvørki Trump, Vance ella Hegseth kunnu torga ES og Europa.
Trump hevur blakað Europa undir bussin hjá Putin.
Mynstrið gerst alt sjónligari og átókt salami-metoduni, har niðurlagingin verður skorin í bitum. Atferðin hjá Trump sýnist partur av langtíðar ætlan, har viðurskiftini við Europa verða niðrað og liðað sundur, sum at enda rakar NATO, sum Trump ætlar at forkoma. Tað verður dagur í viku hjá Putin og øðrum despotum, íroknað autokratin, svíkin og fívilin Orban. Trump toyggir seg móti autokratum og despotum, ikki fyri friði ella fólkaræði, men fyri persónligan og politiskan vinning.
Elitan og gjáin
At Europa og ES eiga sín lut í, at støðan er vorðin so út av lagi, kemst ikki uttanum. Serstakliga má elitan í ES átaka sær partar av skuldini fyri vaksandi frustratiónunum millum borgarnar. Meðan veldið í Bruxelles er bólgnað, er gjáin millum valdshavar og borgararnar støðugt vaksin.
Óskiljandi migratiónspolitikkur, vaksandi reguleringar, diversity, køvandi veðurlagspolitikkur, woke, ongan verjupolitikk og vanligt atgerðarloysi hevur orsakað, at Europa og ES eru endað í fellu, har heimsparturin støðugt dragnar.
Og ikki at gloyma skerflatnið fyri ymisleika undir Oluympiaduna i París í 2024 og nú um dagarnar Melodi Grand Prix, sum eru vorðin stríðsvøllir millum tey sokallaðu ”sjálvrættvísu og margfeldu” og øll jarð- og siðbundnu. Gloypubiti fyri Trump, Orban og Putin.
Stutt eftir aldarskiftið var ES 25% av heimsbúskapinum, í 2025 bert 14%. Á nógvum økjum er stagnatión. Hetta hevur slóðað fyri máttloysi, ørkymlan, ótolsemi og flokkunum ytst á vengrunum. Somuleiðis í Bretlandi, har landið er floymt av migrantum og muslimskum paralellsamfeløgum.
Sama skilið í USA, har demokratarnir hava latið staðið til. Politiskt atgerðarloysi, ótálmað migratión, rúsevnaruðuleiki og knæfallið fyri diversity, hevur orsakað politiska rákið. Vaksandi gjáirnar millum fólk, fíggjarliga og mentanarliga, hevur rakt allan Vesturheimin og hevur slóðað fyri populistum og autokratum - við Trump á odda.
Umvegis líkasælu og illvilja frá Trump, tevjar Putin blóð í Ukraina og Europa, samstundis sum Trump hevur sett sær fyri at mjølva Europa fyri at fáa heimspartin úr líkningini, sum búskaparligan kappingarneyta, heldur enn samstarvsfelaga.
Fólkaræðini og rættartrygdin eru undir trýsti. Grammleikin hevur góðar dagar saman við autokratum og despotum runt heimin.
Okkum tørva ein Reagan í USA og Churchill í Europa, skal frælsið Vesturheimurn bera boð í bý. Livst so spyrst.
Hetta bleiv syndarliga støðan undan jólum 2025.
Bjarni Djurholm