Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hamradun spælir á Summar Festivalinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.12.2025 - 21:43 Mentan Tíðindi

Mergjaði rockbólkurin verður við á landsins størsta tónleikatiltaki

 

Við mergjaðum rocki hava teir tikið land og fólk, og í 2026 taka teir aftur Vágsbø, har Summar Festivalurin verður hildin.

Hamradun blandar fólkatónleik og kvæði við tungan rocktónleik og serføroyskt stev. Tað ger teir til heilt serstakan tónleikabólk – ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum.

Á odda fyri bólkin er Pól Arni Holm, og rødd hansara er eitt serligt eyðkenni hjá Hamradun. Eingin dugir sum Pól Arni at syngja hetta slagið av tónleiki, sum hann fram um mong hevur verið við til at skapa og menna. Bólkurin er væl samanspældur og dugir framúr væl at leggja tónleik til rættis og framføra hann.

Hamradun var stovnað í 2015, og hesi árini síðani hava teir javnan spælt á stórum og smáum tiltøkum kring landið. Boð hava eisini verið eftir teimum úr útlandinum, og teir eru av og á við á tiltøkum ymsastaðni í Europa.

Nú er Hamradun til reiðar at koma á Summar Festivalin at spæla eina stórfingna og heilt serstaka rockkonsert á størsta og best útgjørda festivalpallinum í Føroyum.

Hetta verður ein av stóru løtunum á Summar Festivalinum 2026, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Testovan Marin Malena letur upp
Er hetta 10'arin?
KÍ á ferð til Albir
Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta…
Føroya Skjótasta Hálvmaraton í Klaksvík
Nær verður arbeitt við farstøð­ini?
Nevndin í FF hevur skipað seg
Húsaprísu­rin hækkaði 13% í 2025
Ein heilsan frá býráðs­húsinum
Ein tjóðarbyggjari og felags­maður er far…
Altjóða kapping í Íslandi
KÍ hevur ársaðalfund
Vit mugu styrkja eftirlitið og fáa tamar…
Jenis spyr um trúarsamfeløg í Føroyum
Ítróttafagnaður 2025 - Tilnevn­ingar til…
KS: Svøvnambulatoriið fingið nýtt starvs…
Norðsøki góð 15.000 pund
Tá hildu vit ondini!
Heygavegur stongdur