Lýsing
Lýsing
Vikan endar við risa heiðurskonsert í Varpinum leygarkvøldið 11. apríl, har kendir føroyskir tónleikarar tulka løg hjá hinum legendariska bólkinum Tey av Kamarinum
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
Í seks dagar verða Norðoyggjar fyltar av livandi ljóði, konsertum, felagsskapi og stemningi. Várljóð er eitt nýtt tónleikatiltak, sum breiðir seg um allar Norðoyggjar – frá smáum, inniligum konsertum til stórar, orkufullar framførslur.
Hvønn dag verða nýggj ljóð og nýggj nøvn at uppliva – í kirkjum, á matstovum, á gøtuhornum og í hølum kring Norðoyggjar
Vikan endar við risa heiðurskonsert í Varpinum leygarkvøldið 11. apríl, har kendir føroyskir tónleikarar tulka løg hjá hinum legendariska bólkinum Tey av Kamarinum. Tað verður ein ferð aftur í tíðina, og eisini verður tónleikurin fluttur inn í nútíðina. Eitt hátíðarhald av tí, sum ger føroyskan tónleik so serligan.
Seinastu tíðindini