Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt semju um at býta makrel

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.12.2025 - 12:33 Politikkur Tíðindi Vinna

Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg undirritaðu í gjár semju um at býta makrel.

 

Sambært semjuni verður føroyski luturin frá semjuni við Bretland og Noreg um makrel frá 2024 varðveittur á 12% av mest loyvdu veiðu. Somuleiðis verður føroyska atgongdin í bretskan sjógv á 35% og í norskan sjógv á 40% óbroytt.

Semjan millum tey fýra strandarlondini hevur við sær eina munandi minking í ovfiskiskapinum og er eitt týðandi stig á leiðini móti, at makrelstovnurin verður umsitin á ábyrgdarfullan og burðardyggan hátt. 

Tey fýra strandarlondini eru  samd um, at mest loyvda veiða í 2026 verður 299.010 tons, samsvarandi Fmsy meginregluni hjá ICES. Hetta hevur við sær, at mest loyvda veiða í 2026 lækkar 48% samanborið við 2025. 

Við semjuni taka tey fýra Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg í felag ábyrgd og lata íkast til semjuna. Í hesum sambandi er avgerð tikin um, at Føroyar lata Íslandi atgongd til føroyskan sjógv at fiska makrel. Hendan atgongdin svarar til 30% av íslendska lutinum á 10,5%.

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, sigur: “Semjan millum Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg hevur stóran týdning bæði fyri makrelstovnin og fyri framtíðar føroyskan fiskiskap eftir makreli. Tað er av alstórum týdningi, at fleiri strandarlond leggjast afturat semjuni, og eg vóni, at tað fer at lata seg gera at fáa hini strandarlondini við í semjuna”.

Semjan millum Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg um at býta makrel kann lesast her.

Semjan millum Føroyar og Bretland um atgongd kann lesast her.

Semjan millum Føroyar og Ísland um atgongd kann lesast her.

Semjan millum Føroyar og Noreg um atgongd kann lesast her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir…
Springarar ferðast tvørtur um Atlantshav…
Jørgen: - Dennis Holm, fíggjar­nevndarlim…
Hiddenfjord við ESG frágreiðing um burða…
Ársfrágreiðing 2024 við átta tilmælum
Syngja jólini inn í Hvannasunds kirkju
Frálík jóla­konsert í Christians­kirkjuni
Fríggja­dagin tann 12. desember fingu 14…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
30 ár í starvi hjá Nes kommunu
Eyðgunn: Varpið fær ongan rakstrarstuðul
Varpið fær heldur onki í 2026
Heiðurs­konsert fyri Teimum av Kamarinum
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Treysti: Móttøka fyri Julian Gregersen
Søkja eftir stjóra til KG
Mjølnir vann á oddalið­num SÍ, og KÍF van…