Rajani vildi flyta Bjarnason, men Løgmaður vildi ikki
John Rajani ynskti at seta tann yngsta aðalstjóran Pól Egholm í valdsmikla Fíggjarmálaráðið í staðin fyri tann roynda Bjarna Askham Bjarnason. Men Løgmaður fylgdi ikki ráðunum.
Valdsmiklasta málaráðið eftir Løgmansskrivstovuna er uttan samanbering Fíggjarmálaráðið. Tí aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum leggur saman við fíggjarmálaráðfrúuni landsins fíggjarlóg, sum fordeilir pengarnar millum hini málaráðini hvørt ár.
Tað eru eisini teir báðir aðalstjórarnir í Løgmansskrivstovuni og Fíggjarmálaráðnum, John Rajani og Bjarni Askham Bjarnason, sum eru limir í Nýskipanarbólkinum, har Ben Arabo er formaður.
Í sambandi við stóru broytingina í miðfyrisitingini vildi John Rajani hava Bjarna Askham Bjarnason fluttan úr Fíggjarmálaráðnum.Tað framgongur av tilmælinum frá løgmansstjóranum til løgmann um, hvørjir av teimum níggju aðalstjórunum skulu halda áfram, og hvørjir tríggir skulu úr starvi sínum. Norðlýsið hevur fingið alment innlit í skjalið.
Tað framgongur av notatinum hjá løgmansstjóranum, at hann einamest brúkar grundgevingarnar frá álitinum hjá óheftu nevndini, sum løgmaður setti at endurskoða setanarviðurskiftini hjá aðalstjórum. Hetta álitið varð handað løgmanni í desembur 2023. Sólja í Ólavsstovu, fyrrverandi Løgtingsins Umboðsmaður, var forkvinna í nevndini.
Í álitinum verður mælt til áramálssetan av aðalstjórum fyri at fáa størri rokering og dynamikk. Hetta brúkar løgmansstjórin sum grundgeving fyri at seta tey trý nýsettu sum aðalstjórar, sum blivu sett í fjør: Elin Mortensen, Bjørgfríð Ludvig og Pól Egholm.
Fíggjarmál er eisini eitt stórt og týdningarmikið øki, sum eisini verður mett at fáa gagn av at hava ein
nýggjari aðalstjóra, nú sparingar skulu finnast á fleiri økjum frameftir. Mett verður tí, at Pól Egholm, sum eisini hevur viðkomandi útbúgving, leiðsluroyndir og innlit í politisk og fyrisitingarlig viðurskifti, er væl skikkaður til
hetta starvið.Brot úr notatinum hjá John Rajani, løgmansstjóra
Her ynskti løgmansstjórin sostatt at seta tann yngsta aðalstjóran at leiða og fordeila í Fíggjarmálaráðnum. Harvið hevði Pól Egholm eisini tikið sæti í Nýskipanarnevndini í staðin fyri Bjarna Askham Bjarnason, soleiðis at John Rajani og hann høvdu kunna sett sín dám á spariætlanirnar framyvir.
Mælt verður til at seta Bjarna Askham Bjarnason (BAB) í starvið sum aðalstjóri í Vinnumálum, hóast hann hevur sitið í fleiri ár sum aðalstjóri. Mett verður, at av teimum fýra verandi aðalstjórum sum eru eftir, er BAB best skikkaður til hetta økið. BAB hevur royndir frá táverandi Vinnumálastýrið og drúgvar royndir frá privata vinnulívinum. BAB kemur í eitt annað ráð, enn tað hann hevur verið í síðstu mongu árini og kemur tí at rotera, sum álitið mælir til.
Brot úr notatinum hjá John Rajani, løgmansstjóra
Men soleiðis bleiv ikki. Tí tá Løgmaður nakrar dagar seinni kunngjørdi ætlanirnar um ógvusligu broytingarnar í miðfyrisitingini var tað serliga ein broyting í mun til tilmæli hjá John Rajani, løgmansstjóra: Bjarni Askham Bjarnason verður verandi aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, meðan Pól Egholm verður aðalstjóri í nýskipaða Vinnumálaráðnum.
Í morgin vitjar Aksel V. Johannesen, løgmaður, studio hjá Norðlýsinum. Tá fara vit at brúka høvi til at spyrja, hví løgmaður gekk ímóti tilmælinum frá løgmansstjóranum? Og um tað er ein ábending um, at løgmaður ikki hevur álit á sínum nærmasta ráðgeva?
Spurningurin er eisini, hvussu stevið í Nýskipanarbólkinum verður framyvir, nú teir báðir John Rajani og Bjarni Askham Bjarnason framvegis skulu vera limir í bólkinum.