Todi á heimavølli
Mikukvøldið 5. november kl. 19:30 verður almenn bókaframløga, tá bókin TODI verður løgd fram á Skúlatrøð í Klaksvík.
Føroya besti fótbóltsspælari hyggur aftur á eina yrkisleið, sum vardi 20 ár og bæði byrjaði og endaði í KÍ.
Í bókini sigur Todi Jónsson frá, hvat myndaði hann í uppvøkstrinum í Klaksvík. Hann hyggur aftur á tíðina fyrst í níti-árunum, tá tíðirnar blivu ringar í Føroyum og hvussu tað var, at verða ungur í eini tið, tá fáir glottar vóru fyri framman.
Tað var í hesum árunum, hann fór niður til Danmarkar og fekk limaskap í Lyngby, men mátti byrja í einum av niðastu deildunum í Danmark. Hann gav tó ongantíð upp, men arbeiddi seg upp á fótbóltstindin og inn á besta fótbóltsfelag í Norðurlondum.
Alt hevur eina síðu, sum ikki sæst alment. Eisini fótbóltur. Todi sigur frá kropsliga og sálarliga trýstinum, sum var á honum øll árini, og frá náðileysu kappingini, sum ein fótbóltsspælari er í hvønn dag.
Eingin føroyingur hevur havt somu yrkisleið í fótbólti sum Todi, og tí er tað eingin annar, sum hevur eina slíka søgu at siga frá.
Í fyrra partinum av framløguni fer høvundurin, Sólvit Nolsø at siga frá bókini.
Í seinna parti fer Leivur Frederiksen at seta høvundinum og Toda spurningar um bókina og verkætlanina.
Hans Andrias setir sín dám á kvøldið við góðum tónleiki.
Møtið fjølment til eitt spennandi kvøldið á Skúlatrøð, tá søgan um Toda Jónsson, sum sleit sínar barnaskógvar og fleiri gaggur í Klaksvík, verður løgd fram.
Bókin fæst til keyps á kvøldinum - so kanst tú eisini fáa Toda at signera bókina.