Aphaca á OY Voxbotn 2026
Eitt glóðheitt poppnavn úr Danmark setur kós móti Tórshavn: Aphaca á Voxbotn 27. juni. Verðið klár til glóðheitan sveimandi popp á hægsta stigi!
Tit fáa tað, ið tit ynskja – í 2025 spældu Suspekt og Minds of 99. Vit í Voxbotn spurdu á Facebook: Hvønn vilt tú hoyra á OY Voxbotn 2026? Tit ynsktu Aphaca. Vit hava lurtað. Aphaca koma.
Útselt í Parkini – og nú er Vágsbotnur á skránni
Við sama kalibri, ið hevur yvirtikið størstu pallarnar í Danmark. Á pallinum er Aphaca nærverandi – við sínum sveimandi ljóði, sterku rytmum og eyðkenda tekstum. Løturnar kennast gandakendar: rytman byggir seg upp, reglurnar sita fast, og tónarnir fara, at floyma gjøgnum Vágsbotn.
Tað eru ungu menninir úr Keypmannahavn: Rumle Hueg Kærså, Bertil Engberg Nielsen, Bertram Ask Plauborg og Noah Elias Rasmussen, ið mannað bólkin Aphaca. Teir hava fylt stórar konsert- og festivalpallar kring Danmark og vunnið hjørtuni á fjøldini við sínum eyðkenda sveimandi poppljóði, ið er kensluborið, melodiskt og sera fangandi.
Sanna gjøgnumbrotið kom í 2024 við “Smelter under månen” – eitt lag, ið skjótt varð millum tey mest spældu í donskum útvarpi. Síðani hava hittini “En drøm om et menneske” og “Hjertet på gaden” staðfest støðuna: Hetta er sveimandi poppur á hægsta stigi, ið setur sterkar tekstir, kenslur og dans í spæli – alt í senn.
Vit gleða okkum at syngja, hoppa og dansa saman við Aphaca, ið verður eitt absolutt hæddarpunkt í 2026.
Ger skjótt av og keyp atgongumerki fyri bara kr. 795,-
Atgongumerkini kunnu keypast í SMS, Magn við Ringvegin, Magn í Klaksvík og á ebillet.fo