- Tá ringast stóð til – tá var Jesus nær
segði Kristian Martin Rasmussen millum annað í røðu sínari til minningarhaldið á Syðradali leygardagin. Vit prenta røðuna niðanfyri.
Minningarhald á Syðradali 1. november 2025
Eg vil byrja við orðinum úr sálmi 19:” Lat orð muns míns og hugsanir hjarta míns líka tær, Harri”.
Vit eru komin saman her í dag at minnast teir, sum eru farnir á sjónum, Men fyrst vil eg hava nakrar hugleiðingar um bygdina og fólkið, ið hevur búleikast her. Eg vil beinanvegin gera greitt, at eg eri ikki tann rætti til hetta. Men síðani eg bleiv biðin um at siga nøkur orð her í dag, so havi eg roynt at sett meg eitt sindur inn í slektina og søguna hjá fólkinum, sum hevur búleikast her , og eg havi eisini spurt meg fyri hja fróðarmonnum av Syðradali.
Eg leggi beinanvegin til merkis, at syðradalsfólk eru eitt serligt fólkaslag. Tey hava havt tað strævið og eitt øgiligt knoss. Hugsa tær at flyta eina heila bygd av Blankskála og byrja av nýggjum her á Syðradali. Hetta var í 1812 til 1816. Eg havi ofta hugsað um, hví teir settu seg niður her uppi og ikki har niðri á bakkanum. Hugsið tykkum alt stríðið av at bera alt av bakkanum og niðan. Eg spurdi Kristin, Asbjørn og Jóa; teir vistu ikki heilt, men gittu ymiskt. Onkur helt tað var veðurbetri her uppi, tryggari fyri sjórænarum, lættari at breiða tøðini omaneftir, ov lítið pláss har niðri á bakkanum og okkurt annað. Eg fari at loyva mær at koma við einum øðrum møguleika.
Fyri kvinnurnar hevur tað verið betri at sita her uppi; tær høvdu tað mesta knossið av neytununum, og so var tað tryggari fyri børnini. Men væl er komið burturúr. Syðradalsfólk hava verið skilafólk og framburðsfólk. Tey hava átt 2 sluppir – Gudrun og Bjørgvin – og tá vóru bara 8 hús á Syðradali. Tað er eisini nógv lært fólk av Syðradali; her eru skiparar, skúlastjórar, politikarar; ja, einaferð høvdu vit fiskimálaraharra av Syðradali, og so ikki at gloyma jarðarmøðurnar. Tað sigst, at ”Kittan” tók ímóti yvir 4.000 børnum, so allarhelst hevur hon hildið á fleiri av tykkum, sum eru her í dag. So man má siga, at tey hava sett síni spor í samfelagnum.
Áðrenn eg komi til sjálvt minningarhaldið, kundi eg hugsað mær at fortalt eina søgu, sum hevur samband við Syðradal: Símun Joensen, vanliga nevndur Símun av Syðradali, hevði ein pennavin, tá hann gekk í skúla . Ein genta úr Íslandi, og tey skrivaðu saman og droymdu um at møtast ein dag. So gekk tíðin, og brævasambandið slitnaði. So gerst Símun skipari á Glottanum ella Háenni, og teir royna uppi við steinin. Nú verða teir bordaðir av verjuskipinum; teir vóru innan fyri mark. Símun varð tikin umborð og upp á brúnna á verjuskipinum. Kaptainurin vísir á kortið og sigur, at hann er innan fyri mark , so hann inn í kahyttina at fylla papír út. Har situr kona skiparan og bindur. Kaptainurin spyr um navn og adressu, og Símun svarar: ” Jú eg eiti Símun Joensen og eri av Syðradali, Færeyar”.
Tá ressast konan við, hyggur at Símuni og sigur: ”Er tað Simon min? Skiparin stendur sum Kánus og skilir onki, og so sigur konan: ”Hetta er Simon, pennavinur mín, og tú tekur ikki Simon!” Og sloppið var; Símun slapp við skrekkinum takkað verið pennavininum. Símun helt hetta vera eitt undur, og tað haldi eg eisini. Hvussu skuldi tað bera til, at brævavinurin, sum Símun hevði sum smádrongur, skuldi sita í kahyttini á verjuskipinum uppi við steinin 50 sjómíl norðan fyri Ísland og bjarga honum úr eini knípu, sum hann av óvart var komin í. Ja, órannsakiligir eru vegir Harrans.
Í dag minnast vit teir, sum fórust á sjónum , og eg fari at hugsa um, hvussu vit sum tjóð eru komin ígjøgnum tær mongu vanlukkurnar á sjónum og hvat tað var, sum gav styrki at koma ígjøgnum tær mongu vanlukkurnar, sum raktu so ómetaliga hart. Her hugsi eg um tær stóru bátsvanlukkurnar í 1800- og fyrst í 1900-talinum, sum til dømis avtoftaðu bygdina Skarð. Somuleiðis um tær stóru skipsvanlukkurnar í 20’unum og 30’unum, har nógvar einkjur og faðirleys børn sótu eftir. Ein av hesum einkjunum kom, saman við dóttrini, her til Syðradals , og tær settu síni spor í bygdina.
Og nú 80 ár eru liðin, síðani seinni heimsbardagi endaði, so minnast vit teir, sum fórust av krígsávum. Eg kann nevna, at tað sótu 239 faðirleys børn eftir teir, sum fórust undir krígnum.
Sum eg nevndi: Hvat var tað, sum gav teimum styrki at koma ígjøgnum saknin og sorgina? Eg hugsi um sangin ”Er Jesus nær”. Eitt vers ljóðar soleiðis: Er Jesus nær, tá eg havi mist tað á fold mær dýrast var, er Hann tá ein borg í tí djúpu sorg? Elskar Hann meg tá; er Hann nær? Niðurlagið ljóðar: ”Á ja, Hann er nær, eg veit Hann er nær, Hans eyma hjarta er rørt, tá ið náttin long er, og leiðin trong er, við hjálp hans armur nær.
Eg rokni við, at hetta er svarið í flestu førum, tá ringast stóð til – tá var Jesus nær. Tað, sum eyðkendi hesi heim við ongum forsyrgjara, var guðsótti; tað var tað, sum gav teimum styrki og vísdóm at fostra børnini upp. Osvald Sivertsen segði tað so væl, tá minnisvarðin har norðuri varð avdúkaður. Vóru tað kvinnurnar, sum farnar vóru, so hevði verið øskukalt í fleiri húsum, og støðan hevði verið hópin verri. Mammurnar vóru har og hildu saman upp á familjuna við hjálp frá Guði og góðum fólki.
Sum eg havi skilt, so misti Syðradalur onki fólk av skipsvanlukkum ella krígsávum, men tað var líka við. Báðar Syðradalssluppirnar vórðu álopnar undir krígnum. Bjørgvin norðan fyri Føroyar og Gudrun suður úr Borðoyarnesi. Gudrun mundi farið í sor – tað var líka við – ein bumba brast beint undir hekkuni, men hekkan helt, og ongin fekk skaða. Teir hildu so fram til Onglands at selja. Verri gekk hjá Bjørgvin. Har blivu 4 mans raktir, tá flúgvari leyp á bæði við at bomba og at skjóta. Eingin bomba rakti, men 2 mans fingu álvarsamar snuddir; annar misti eygað, og hin fekk skaða í kjálkan, men ongin doyði.
Og tó – Syðradalur er ikki sloppin undan vanlukkum á sjónum. Eg skal bara taka fram tað, sum er hent í okkara tíð: Í 1951 druknaði ein smádrongur niðri við brúnna, hann var farin oman til Gudrun, ið var á veg av Klaksvík yvir á Syðradal eftir fólki, sum skuldi við. Pápi dreingin var við Gudrun. Hetta var stórur skelkur og sorg fyri bygdina og sjálvandi mest fyri tey nærmastu. Í 1963 leyp næsta skriðan, tá Syðradalsbáturin gekk burtur við 3 monnum; faðiri, soni og systkinabarni. Sum onkur hevur sagt: Hetta gjørdi enda á bygdini – fráflytingin var byrjað áðrenn, men tá legði vónloysi seg yvir bygdina, og fráflytingin tók dik á seg.
Job sigur: ”Harrin gav, Harrin tók, Harrans navn veri lovað”. Tað kunnu vit, sum búgva á hesum oyggjum, av sonnum sanna. Havið hevur givið nógv, men eisini tikið nógv, og tí liggur virðingin fyri havinum so djúpt í fólki okkara. Tað, sum hevur eyðkent fólk okkara, er guðsótti, og tí var tað siður at taka Guðs orð fram, tá farið varð út á havið. Eg hugsi um sálmasangin frá árabátunum fyrr í tíðini. So var eisini umborð á Syðradalssluppunum; har varð eisini lestur lisin.
Eg fekk eina sera áhugaverda innskrift, sum hekk umborð á Gudrun og er á donskum. Eg havi sæð nógv skriftstøð umborð á skipum, men onki sum hetta. Hon ljóðar soleiðis:
AL BANDEN OG SVÆRGEN FRABEDES
KALD PÅ MIG PÅ NØDENS DAG
JEG VIL UDFRI DIG, OG DU SKAL PRISE MIG
Ein lítil søga afturat um at bannast: Pól, mammubeiggi, sigldi við íslendarum í 50’unum; har var ein gamal maður við. Hann plagdi at hava at teimum, sum bannaðust, og teir svaraðu honum ofta illa aftur. Tá segði hesin gamli: Eg var við Torkil Mána, tá hann lá til at søkka, nógv yvirísaður, við Labrador, tá bannaði og svór ongin umborð á Torkil Mána.
Eg skal enda við hesum orðum: Hetta fasta álit á skaparan ígjøgnum mótgongd og viðgongd er tað, sum hevur borið fólki okkara uppi og hevur megnað at gjørt hesar oyggjar til eitt av teimum bestu støðunum á jørð at búgva á. Lat okkum halda fast í hesi virðir, so skal okkum gangast væl í komandi tíð.
Í brátt farna alla halganna ári kravdi sjólívið eitt mannalív. Við sorgblídni og virðing nevna vit navn hansara, ið farin er:
Hergar Torbjarnarson Hansen , Leirvík, 34-ára gamal. Doyði 2. januar 2025 av vanlukku umborð á Glyvursnesi, sum lá við bryggju í Hirtshals. Vit lýsa djúpa samkenslu við teimum avvarðandi og lýsa Guðs frið yvir minnið um Hergar Torbjarnarson Hansen.
So syngja vit ”Takk Guð fyri alt, sum hendi”.
Vit skulu biðja:
”Harri, vit biðja teg vera hjá teimum, sum hava mist í farna ári. Vit hugsa serliga um Jóhonnu og børnini Mortan og Tordis í Leirvík. Ver hjá teimum, sum hesin dagur vekir svár minnir, troysta og styrk tey. Vit biðja fyri sjófólki okkara; ver innanborða hjá teimum og før tey aftur í øllum góðum. Vit takka tær fyri allar signingar, sum tú sendir innan av havinum. Signa land og fólk okkara. Ver hjá teimum, sum eru sett at stýra; gev teimum vísdóm at stýra væl.
Ver tú hjá okkum øllum.
Vit takka tær fyri hesa løtuna. Í Jesu navni, AMEN.