Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frítíðar- og stuttleikabátar skulu kannast gjølla fyri smugling av rúsevnum

SKRIVAÐ: Fólkaflokkurin  |  03.11.2025 - 18:33 Politikkur Tíðindaskriv

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, vil vita, hvussu myndugleikarnir í Føroyum raðfesta trupulleikan viðvíkjandi smugling av rúsevnum til Føroya. Serliga hugsar hon um frítíðar- og stuttleikabátar. Tí hevur hon sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu, fleiri spurningar um evnið.

 

 

Í septembur í ár skrivar Vágs Kommuna, at higartil í ár høvdu 59 seglbátar verið í Vági. Tað er eitt høgt tal, og tí nakað at gleðast um. MEN – tað hevði verið áhugavert at vita, hvussu nógvir av hesum bátunum eru blivnir kannaðir av tollvaldinum fyri smugling av ólógligum rúsevnum.

Flestu av okkum vita, at tað júst hevur koyrt eitt stórt mál, har løgreglan tók seglbátin Rocky úr Kolding, sum bleiv brúktur til at smugla 23 kg av hassji við. Spurningurin er, um hetta kanska bara er toppurin av ísfjallinum.

Í nógvum londum síggja myndugleikarnir ekstremt álvarsliga uppá smugling av rúsevnum og taka tilsvarandi ekstrem stig fyri at steðga smuglingini.

Spurningurin er, hvat vit í Føroyum gera hesum viðvíkjandi.

Tí hevur Elsebeth Mercedis Gunnlegysdóttur sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu, hesar spurningar:

 

  • Hvussu nógvir frítíðar-/stuttleikabátar hava tilsamans verið í føroyskari havn higartil í ár?
  • Hvussu nógvum av hesum bátunum hava tollarar verið umborð á higartil í ár og kannað við komu, undir hesum eisini fyri ólóglig rúsevnir?
  • Hvussu nógvir av bátunum eru komnir í ávikavist Tórshavnar havn, Klaksvíkar havn og Vágs havn, og hvussu nógvir teirra eru blivnir kannaðir við komu?
  • Hevur nakar av bátunum verið í føroyskari havn meir enn einaferð í ár, og um so er, í hvørji havn og hvussu ofta?
  • Hvussu nógvir tollarar eru staðsettir í ávikavist Havn, Klaksvík og Suðuroynni?
  • Hvussu nógvir narkohundar eru í Føroyum, og er hetta tal nøktandi?
  • Hvar í Føroyum eru narkohundarnir staðsettir,og hvar hava teir verið brúktir higartil í ár?
     
Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasta freist - melda til áðrenn týsda…
Tøma rottangar í Árnafirði og í Klaksvík
Heimligu lands­liðsleikarar­nir venja í Kl…
Jóannes Bjartalíð skal hava nýtt felag
Frítíðar- og stuttleikabátar skulu kanna…
- Tá ringast stóð til – tá var Jesus nær
Bókin “Todi” løgd fram í Klaksvík og í H…
Gilli heldur fram í KÍ
Órógv í Tinganesi
Hjarnar vitjaðu Norðlýsið og vit fingu e…
Nýskipa­nar­nevndin kemur við fyrstu tilmæ…
Ruðuleiki og líkasæla valda í landsstýri…
Kirkju­ráð­sval í morgin
KÍ prát í Bláustovu
Tøk grund­stykkir
Páll Klettskarð vitjaði ommu sína
Útróðurin í dag
Borgin 900 pund við snellu
Nú verður lættari hjá føroyskum bryggjar…
Kunning um Suðuroyar­tunnilin