Lýsing
Lýsing
Lýsing

Seinasta freist - melda til áðrenn týsdagin kl. 13.00

SKRIVAÐ:  |  02.11.2025 - 22:45 Ítrottur Tíðindi

Umfatandi skrá til Gullveitsluna hjá KÍ, har bæði menn og kvinnur skulu heiðrast.

Nú er at skunda sær at fáa fatur á atgongumerki til gullveitsluna hjá KÍ. Seinasta freist at melda til er týsdagin 4. november kl. 13.00.

Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo  við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:

Melda til her

Meira um veitsluna:

Tað verður ein veitsla við nógvum góðum innsløgum, væl stýrdum av Símun Joensen, sum borðstjóra.

Vit kunnu gleðast um at kvinnurnar vunnu Føroyameistaraheitið og at mennirnir gjørdu reint borð við at vinna "THE DOUBLE".

Umframt at Gepetto borðreiður við lekkrari oksasteik til høvuðsrætt og rabarbukompott til desert verður kvøldið á tremur við góðum undirhaldið.

Niclas Heri úr Dynamit
"Sonur pápi tín býr í Tórshavn" og "Grøv nummar 13" kunnu fáa øll at syngja við, og tað verður ríkiligt av møguleika fyri tí á veitsluni. Niclas Heri er sum altíð, sera væl upplagdur, og gleðir seg at hoyra alla KÍ familjuna syngja við til øll tey kendu løgini hjá Dynamit.

Guðrun Sólja
Besta røddin í landinum skal sjálvandi sygnja "We Are The Champions". Tí tað er júst tað vit eru hjá bæði kvinnum og monnum. Vit hava gjørt slætt borð, og tað skal heiðrast.

Jón úr Grandma's Basement
Teir eru "kyllaaligir", kanska onkur hevði sagt breinraknir við sínum teksti. Teir eru í hvussu so er stuttligir, og duga at fáa fólk at syngja við.

Jón hevur ongan matari enn ársins vinnara av Sement við sær, nevniliga Hans Andrias Jacobsen á gittar.

Hjarnar
50 ár á pallinum - and still going strong! Teir eru háaktuellir við stórari heiðurskonsert í Varpinum, og leygarkvøldið leggja teir leiðina framvið at spæla lagið "Alla Nátt", ið kann fáa øll upp úr stólinum.

Gilli og Klaksvíkar Sjónleikarafelag 
Gilli kann fáa øll at trekkja upp á smílibondini. Hann kemur sjávandi ikki einsamallur, og uttan at siga ov nógv, so kunnu tit gleða tykkum enn einaferð at møta Klaksvíkar Sjónleikarafelag í toppform.

Dansur
Dj Cool er ein av Føroya royndastu Dj`s og hevur hann kóka føroysku dansigólvini upp í yvir 30 ár og nú ger hann tað aftur saman við KÍ monnum og KÍ kvinnum.

Hann hevur hita upp fyri nøvn sum Anastacia, James Blunt, Dj Aligator, Dr Alban, Nik&Jay, Outlandish, Rasmus Seeback, Ida Corr bara fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Útróðurin í dag
Borgin 900 pund við snellu
Nú verður lættari hjá føroyskum bryggjar…
Kunning um Suðuroyar­tunnilin
Seinasta freist - melda til áðrenn týsda…
Dalsenni 12.000 pund
Veðrið í vikuni
Gimmi væl fagnaður á Glyvrum
Ungdómar syngja og vitna í Betesda í kvø…
Stóri leiklutu­rin hjá Dávidi B. Andrease…
Sjey nýggir slangukavarar
FM-kvalifikatiónskapping í Funningsbotni
Bókaframløga á Biskupsstøðgarði­num í dag…
KÍ veitslan verður dupult so góð
Willy trummar í Tróndheimi
Minningarhald teirra sjólátnu
Tað næstbesta árið hjá nøkrum føroyskum…
Minningarhald í Klaksvík
- Tú hevur verið ein tryggur klettur í f…
Epli og gularøtur av Sandi