Minningarhald teirra sjólátnu
Væl av fólki var komið saman í góðveðrinum til minningarløtuna við minnisvarðan í gamla kirkjugarði við Vágstún í dag
Skráin var, sum undanfarin ár við kórsangi og felagssangi, sum Kórið í Christianskirkjuni stóð fyri.
Monika Kunoy Sharp flutti fram hugvekjandi røða
Kransar vórður lagdir:
Klaksvíkar Býráð, Annika S. Biskopstø, varaborgarstjóri
Føroya Landsstýri, Jóhan Christiansen, landsstýrismaður
Klaksvíkar Útróðrarfelag, Finnbjørn Vang, varaformaður
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Jastrid W. Niclasen, forkvinnan
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Absalon Hansen, formaður
Tøkk, Sylvia Thomsen, Havna- og Vinnunevndin, forkvinna
Eftir haldið varð boðið til ein drekkamunn í kjallaranum í Christianskirkjuni
Niðanfyri verður røðan hjá Moniku Kunoy Sharp endurgivin:
Góðu áhoyrarar!
Í dag er fyrsti novembur, allhalgannadagur. Síðani 1949 hava vit í Føroyum hóskandi sett hendan dagin av, at minnast tey, sum vit hava mist á sjónum. Merkið verður vundið á hálva stong, og kring landið savnast fjøldir við minnisvarðar til minningarhald.
Longu í 1943, í ringastu ófriðartíð, og nøkur ár undan almenna minningardagin - savnaðust norðoyingar um hendan minnisvarðað fyri fyrstu ferð. Hann var hóskandi reistur mitt í hjartanum á bygdini, sum fram um nógvar aðrar fekst við fiskivinnu . Longu tá minnisvarðin var reistur, vóru 138 nøvn á norðoyingum fest á steinarnar rundan um. Síðani tann dag, eru nógv nøvn komin afturat, og aftur í ár legst tíverri til. Vit mugu bara ásanna tað, sum Janus Djurhuus yrkir og hvørs orð eru sett á minnisvarðan: "Yvir teim í lívið lótu mæla orð úr rúnargróti , minna tey ið eftir sótu, øldir undan øldum fara, økir nøvn um minnisvarða lagnan harða".
Eg eri barnvaksin her í býnum, og fyri mær hevur tað altíð verið nakað heilagt yvir minnisvarðanum. Fyri eina smágentu var tað okkurt duldarfult yvir honum, sum hann stóð innan fyri tjúkkar múrar mitt í Vágstúni, har norðingar hava savnast í øldir. Her á leið, sum vit standa, var kirkjan, og her hava norðoyingar hildið ting í gamlari tíð. Seinni árini hevur gamli kirkjugarður verið meira opin, og hugtakandi urtagarðurin hevur bjóðað okkum innum. Minnisvarðin, og nøvnini kring hann, hava givið okkum eina løtu í álvara og djúphugsni, og ikki so fáir skúlaflokkar vitja minnisvarðan á hvørjum árið, og tað er altíð ein álvarslig tign yvir tí.
Her minnast vit teir, sum fórust á sjónum - og hjá teimum, sum ikki komu afturíaftur, er hetta teirra einasta minningarstað.
Havsins ríkidømi er ein týðandi grundarsteinur undir vælferðini hjá okkum, men mangan hevur prísurin verið høgur.
Tað munnu vera fáir føroyingar, sum ikki eiga frásagnir um álvarsamar hendingar á sjónum, ella onkran, sum er sjólátin í slektini. Tað er onkursvegna vovið inn í okkara dna.
Tað eru í nógv størstan mun landsins synir, sum hava søkt havið, og tí eisini teir, sum eru sjólatnir. Men aftanfyri hvønn einasta, sum farin er á sjónum, er ein syrgjandi skari heima, sum má liva við sakninum.
8 av teimum 21 monnunum við Coronet lagnutúrin í 1935 vóru úr Kunoy - ein teirra var abbi mín. Hóast ikki nógv var tosað um tilburðin, so er hetta ein søga, sum hevur fylgt mær alt lívið. Tað hava verið nógvir syrgiligir tilburðir á sjónum, og nógvar av søgunum, kundi eingin siga frá, tí eingin var sum bar boð í bý. Men á undranarverdan hátt kom Coronet afturíaftur, og menn kundu siga frá lagnunáttini við Kappan og lívsbardagan næstu dagarnar.
Teir høvdu roynt í Grønlandi alt summarið, og 3. septembur sendu teir telegramm heim, og boðaðu frá, at teir loystu úr Føroyingahavnini, við kós móti Føroyum, við fullum skipi. Hendan dagin, vóru tað fleiri skip, sum fóru heim úr Grønlandi. Onkrar sluppir fylgdust og lukkutíð vóru Coralia og Blithsome í fylgi, og manningin á Blithsome var øll bjargað umborð á Coraliu, tá sluppin fórst í illveðri. Sama illveðrið rakti Coronet eini 80 fjórðingar úr Kappanum.
"Mín bátur er lítil og havið er stórt" yrkir Edmund í Garði, og tað fingu teir umboð á Coronet sanniliga at sanna hesa illveðursnáttina, og dagarnar aftaná. Leygarkvøldið 7. sept. um 21-22 tíðina fingu teir ein stóran sjógv, og tað restaði lítið í, at teir fórust og skipið fór heilt illa.
Mest sum alt omandeks varð sorlað sundur og farið í havið, tað vóru 7 hol í dekkinum, og fleiri vóru so stór, at ein maður slapp ígjøgnum tey. Stórmasturin var avkvett við dekkið, og í nógvar tímar stríddist manningin við at loysa skipið frá mastrum og rigningunum, sum enn hingu føst í skipinum, við stórum vanda, fyri at gera enn meira skaða á illa farna farið.
Niðri undir stóð heilt illa til eisini. Har var myrkt og sjógvur fossaði inn. Ein ungur drongur, sum var sín fyrsta túr, slapp ikki úr koyggjuni tí akkersketan, sum var slongd upp í eina koyggju, foraði honum. Manningin bardist øll fyri lívinum, hóast vánirnar, og neyvan heldur vónirnar vóru góðar. Teir høvdu ongan sendara umboð, so teir fingu ikki givið boð frá sær. Motorurin var slóknaður, tí hann stóð undir í sjógvi, og pumpan virkaði ikki, tí leysa hjartað í pumpuni, var burtur. Tað var eitt Harrans undur, at tað ikki var farið í havið, men var funnið ytst, á mestsum nakna dekkinum. Hetta gjørdi stóran mun, og umframt at oysa, so fingu teir eisini pumpa, tá pumpuhjartað var sett í aftur.
Teir oystu uttan íhald í okkurt sum hálvt 3. døgn, ímeðan teir royndu at tetta sum frægast, við tí sum fyri var. Næstu dagarnar leikaði veðrið í, og 3. dagin fingu teir aftur ein stóran sjógv, har teir aftur væntaðu, at teirra seinasta løta var komin. Alla hesa tíðina, fingu teir einki flótt niðurum, men bara vatn og keks.
4. dagin blíðkaði veðrið, og nú lá nakna sluppin og rak fyri vág og vind. Stórur partur av veiðini var tveittur í havið, fyri at lætta um skipið og nógv olja var bráða á sjógvin, fyri at fáa tað at slætna eitt sindur, tá ringast stóð til. Nú var toka. Knappliga hoyrdist róp, ein føroysk slupp var í eygsjón, og hon var so nær, at menninir á dekkinum sóust. Teir á Coronet róptu alt tað, teir vóru mentir, og royndu at gera vart við seg, Ein maður rann niðurundir eftir dýnuni, og festi í hana á dekkinum, tí sluppin var ring at síggja, men stórt var vónbrotið, tá hin sluppin hvarv í havsbrúnni.
Teir fingu riggað so mikið av segli til, at teir fingu siglt undan vindinum móti amerikansku strondini. Tað sindri av olju, sum eftir var, goymdu teir, til teir vónandi nærkaðust landi. Tvær ferðir afturat næstu dagarnir, sóu teir skip. Hóast teir royndu at gera vart við seg, sá eingin Coronet. Hvørt kvøld hildu teir møti umborð og løgdu seg í Harrans hendur. Ein sangur, sum gjørdist teimum serliga dýrabarur var: "Er Jesus nær tá mín sál er sjúk so at songurin tagna má, tá ið mótið svann, tá ið grátur rann, og eg veit ei veg ella ráð?
2. Er Jesus nær, tá ið nátt er myrk, og yvirhond ræðslan vann, tá á trongu kós ikki sæst eitt ljós, meðan ódnin ýlir – sær hann? Á, ja, hann er nær, eg veit, hann er nær, hans eyma hjarta er rørt. Tá ið náttin long er og leiðin trong, er við hjálp hans armur nær”.
Tá alt ridlar, er gott at kunna fara til Hann, sum heldur øllum uppi.
Ferðin úr Grønlandi til Føroya átti at tikið umleið eina viku, so heima vóru fólk farin at ótolnast. Tíðindini um ódnarveðrið, og at Blithsome var farin, má hava gjørt teimum órógv um Coronet, sum eingin visti nakað frá.
Eg havi hoyrt, at abbi, sum hevði fingið sítt fyrsta barn, meðan hann hevði verið í Grønlandi, ongantíð væntaði at síggja dóttrina. Men 13. dagin hómaðist land. Sum teir nærkaðust, var motorurin settur í gongd og teir royndu at sigla inn ímóti, men tað var ikki bara, sum at siga tað, sum standurin var.
Lukkutíð kom ein newfoundlenskur útróðrarbátur uppá prei, og setti ein mann umborð á Coronet. Hesin losaði teir til lands. Vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu stór løtan hevur verið, tá teir fingu fast undir føtur, og gleðina hjá teimum, sum fingu telegramm úr New Foundlandi, at allir 21 vóru bjargaðir.
Tað gekk rúm tíð, áðrenn teir vóru heima aftur í Føroyum. 31. okt. í skýmingin, næstan 2 mánaðir eftir, at teir vóru farnir úr Føroyingahavnini, var abbi heima aftur í Kunoy, og tað má hava verið nakað tað sama hjá restini av manningini. Tað sum kundi verið ein stórur sorgartilburður fyri bygdina, líka so væl sum fyri hini støðini, har menninir komu frá - gjørdist ein gleði stund. Eisini Klaksvík, fekk sínar bygdasynir, sum lítil vón hevði verið um, heimaftur.
Sálmayrkjarin yrkir í 107. sálma í 29 ørindi soleiðis :
"Glaðir vórðu teir, tí av stilti, og Hann leiddi teir til havnina, ið teir tráaðu eftir".
Hetta upplivdu teir, sum vóru umborð á Coronet hendan túrin. Men soleiðis gongur ikki altíð, og tað er hesin minnisvarðin ein vitnisburður um. Tað eru ikki øll, sum náa nakra jarðiska havn og eisini tí er tað gott, - at tað ikki finnast nakrar umstøður, vanlukkur ella ódnir, sum kunnu hindra nøkrum menniskja, at náa tí Himmalsku havnina, og hartil finst eingin loðsur uttan Jesus Kristus sjálvur, Hann sum við Sínum deyða, knústi deyðans veldi.
Enn síggja vit óklárt - men ein dag skulu vit síggja greitt. Okkara foldarlív er frá tíð til aðra merkt av sorg, hon er tung og lemjandi. Tí er tað gott, at Hann er her hjá okkum í sorgini, sum vit vera mint á í seinasta ørindi í sanginum teir sungu umborð á Coronet:
"Er Jesus nær tá eg havi mist, tað á foldum mær dýrast var, er Hann tá ein borg í tí djúpu sorg, elskar hann meg tá er hann nær - og ja tað er Hann - eisini tá tað ikki kennist so”.
Vit vóru ikki meira enn farin innum gáttina til nýggja árið, tá tað frættist, at ein stórur sorgartilburður aftur hevði rakt, og ein ungur maður hiðani úr býnum brádliga lat lív umborð. Hergar Torbjarnarson Hansen doyði í vinnu umborð á Glyvursnesi 02.01.2025 og eftir sita hansara kæru, unnusta, børn, foreldur, systkin, ommur og abbar, vinfólk, starvsfelagar og mong onnur, sum vóru góð við hann.
Vit minnast hann við virðing og ynskja, at Harrin má styrkja og troysta tykkum, sum eftir sita. Latið okkum saman minnast Hergar í tøgn eina løtu.
Mátti Guds signing hvílt á okkum øllum.
Takk fyri!