Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Theodor Eli Dam Olsen, prestur hugleiðir um Grundtvig og sálmar hansara | Mynd: Harald Bjørgvin

Grundtvig á Torradøgunum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  21.02.2026 - 07:50 Mentan Tíðindi

Á Torradøgunum verður eisini fyrilestur um gitna sálmaskaldið N.F.S. Grundtvig.

Í ár eru 200 ár liðin, síðan Grundtvig yrkti kenda morgunsálmin ”Hin signaða dag”.

Tó at Grundtvig sjálvandi eisini kendur sum yrkjari, og sigst hava yrkt millum 1500 og 1600 sálmar, var eisini ein kendur háskúlamaður og politikari.

Hann fær ofta heiðurin fyri at standa fyri einum lívsfýsnum kristindómi, har mannavirði verður sett høgt.

Til hetta tiltakið, har Theodor Eli Dam Olsen, prestur hugleiðir um Grundtvig og sálmar hansara, verður eisini felagssangur og tónleikur á skránni.

Tónleikur

Til framløguna spælir eisini ein Saxofonkvartettin, Ensemble Eiradís. Hon hevur verið virkin í skjótt 10 ár við altjóða konsertferðum.

Til hetta tiltakið koma tríggjar av saxofonleikarunum at framføra sálmar eftir Grundtvig, millum annað eina útsetan av Nú vvítna tindar fjøllum á, sum Kristina Thede hevur gjørt.

Saxofonleikararnir eru:

Kathrine Kirkeng Oseid, sopransaxofon (Norra)

Marit Lindøe, altsaxofon (Norra)

Kristina Thede Johansen, tenorsaxofon (Føroyar)

Felagssangur

Eisini verður felagssangur, har vit byrja og enda við einum sálmi hjá Grundtvig - Til felagssangin spælir Kristoffur Olsen undir.

Leygardagin 21. februar kl. 16.00 í Rótini - Theodor Eli Dam Olsen, prestur hugleiðir um Grundtvig

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torraskráin leygar­dagin
Heimurin á einum vegamóti
Stórur dagur á TSK
Bankatoskur á Torradøgum!
Grundtvig á Torradøgunum
B36 vann stórt á KÍ á Djúpumýru í kvøld
Felags barna- og familjuguds­tænasta í Ma…
AVLÝST: Torradagar á Norðoya Fornminnasa…
Morguntúr leygarmorgun 21.feb. 
Talv á Kafé Fríðu í kvøld
Varpa ljós á bústaðarmarknaðin
Ræðandi nógv plastrusk í nærumhvørinum
Bert 2 av 7 nevndarlimum fyri hægri pens…
Veðrið um vikuskiftið
P-dagur í dag
Høvuðs­útbúgvingarstørv krevja uppnormeri…
Ein væleydnað fyrsta ferðavinnu­ráð­stevna
KÍ og B36 spæla venjingardyst í kvøld
Jakobina á Summar Festivalin
Torraskáin fríggja­dagin
Lýsing