Varpa ljós á bústaðarmarknaðin
Seminar um bústaðarmarknaðin verður í Auluni mánadagin, har Majbritt Skov frá Deloitte Economics leggur fram úrslitini og tilmælini úr nýggjari frágreiðing um føroyska bústaðarmarknaðin.
Í sambandi við at Deloitte Economics hevur gjørt eina frágreiðing um framtíðarútlitini fyri føroyska bústaðarmarknaðin verður bjóða inn til seminar í Auluni á Finsen mánadagin 23. februar 2026 frá klokkan 8:30 til 11:30. Á seminarinum verða niðurstøður og tilmælir í frágreiðingini løgd fram, umframt at tað verður skipa fyri panelkjaki um bústaðarmarknaðin við støði í framløguni.
Ein vælvirkandi bústaðarmarknaður er týdningarmikil fyri vøkstur og menning í einum samfelagi. Tí skulu haldgóðar loysnir finnast á ójavnvágini á føroyska bústaðarmarknaðinum, har útboðið av bústøðum ikki hevur megnað at fylgt við vaksandi eftirspurninginum, ið stavar frá tilflyting, hægri inntøku og broyttum bústaðarynskjum.
Frágreiðingin er gjørd av Deloitte Economics, og er fíggjað av LÍV, Tórshavnar Kommunu, Betri Banka, Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag. Ábyrgdina av innihaldinum í frágreiðingini hevur Deloitte Economics, og verður tað Majbritt Skov, ábyrgdarhavandi partnari í Deloitte, sum hevur framløguna í Auluni mánadagin. Umboð fyri nevndu stovnar luttaka í panelkjakinum eftirfylgjandi.
Fyribils skrá
08.00-08.50: Koma og morgunkaffi.
08.50-09.00: Vælkomin v/ Elsu Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Majbritt Skov, partnari og høvuðsbúskaparfrøðingur í Deloitte.
09.00-09.20: Greining av føroyska bústaðarmarknaðin v/ Margit Stórá, landsstýriskvinna í bústaðarmálum
09.20-10.00: Framløga av frágreiðingini v/Majbritt Skov.
10.00-11.00: Kjak um framtíðar bústaðarmarknaðin. Eisini verður møguleiki at seta spurningar. Elsa Berg og Torbjørn Jacobsen luttaka. Johnny í Grótinum er orðstýrari.
11.00: Samandráttur og takk fyri í dag.
Tíð: Mánadagin 23. februar 2026. Klokkan 8.30-11.30.
Stað: Aulan í Finsen