Barnaárini í Svínoy
Ásmund Olsein hevði nógv áhugavert at siga frá í Smæruni seinnapartin í gjár, har væl av fólki eisini møtti upp til hugnaligu løtuna.
í Svínoy í 1950- og 60-árunum vóru barnaárini merkt av sterkum felagsskapi, náttúruni og tí dagliga arbeiðinum, sum øll vóru ein natúrligur partur av. Børn spældu nógv saman og brúktu náttúruna sum sítt stóra spælipláss.
Um heystið spældu vit við horn uppi á Hamri, og í fjøruni við bátum og smáum skipum, og stóðu á tunnustavnum, tá kavin lá.
Tað vóru nógv børn í Svínoy og vóru tveir flokkar – eldri- og yngri flokkur. Karl, lærarin var góður, lærdi tey nóg nógv bókligt men eisini um søgu, náttúruna og teirra uppruna. Karl, sum var góður fleygingarmaður, hevði vakra hondskrift, og gjørdi sær ómak við, at børnini eisini skuldu hava vakra hondskrift.
Samferðsla
Ásmund hugleiddi um samferðslu, sum ikki var tann stóra. Tá ið Másin kom var tað stórt framstig. Hann sigldi tríggjar ferðir um vikuna, har tann eini dagurin var serligur farmadagur. Nú siglir Ritan tríggjar ferðir um dagin, hóast at kalla einki fólk býr í Svínoy.
Ikki var telefon í hvørjum húsið, men var oftani farið á Støðina at biðja um samtalu. Um veturin var umráðandi at halda klaka frá linjuni, so hon ikki fór. Fór linjan, kundu ganga vikur og mánaðir til samband var aftur.
Tað kundi verða trøllsett um kvøldarnar at gnga millum húsini, serliga um huldusøgur vóru á lofti. Húsini brúktu bert torv til hita – heilt til ravnmagn kom í 1968. Men tó var nakað av torvi brúkt eftir tað.
Beint undan SEV kom, vórðu 36 frystiboksir keyptar út í oynna, og vit sluppu undan saltmati. Tað var ein stór broyting, tá ið ravmagnið kom.
Torv
Vanligt varð, at tað vórðu skornir 180 leypar skornir av torvi til brenni til bygdina. Tað var nógv arbeiði av torvinum, skera tað, breiða, miðskifta, seta upp – her skuldi eisini góður terri til, og so fáa tað inn í torvhúsini og heim í bygdina til brenni. Her vóru børnini altíð uppií.
Onkuntíð var torvið sigið niður í Dalsgjógv – niður á helluna har, og so uppí bát, sum førdi torvið heim. Báturin var altíð søkklaðin, og var tað tiltikið, at tað er ikki vandaleyst at føra torv. Tá sluppu vit dreingirnir ikki við bátinum heim, men máttu ganga heim.
Í Svínoy var nógv torv og nógvir torvheiðar. Fugloyingar og sundamenn skóru ársberinni úti í Svínoy.
At fara eftir jólatorvi var tiltikið hugnaligt - øll børnini fylgdust og bíðaðu eftir hvørjum øðrum, áðrenn farið varð heimaftur. Onkuntíð varð latið skýma so mikið, at til bar tað morsa. Vit morsaðu av Fugloyarhálsi og út til Fugloyar, sum svaraðu aftur. Kanska var tað ein máti at ynskja teimum góð jól uppá, men tá kendu tey seg ikki heilt einsamallan.
Hugurin til Sjógvin
Ásmund fleyt nógv saman við Edvardi Jacobsen - hann lærdi meg tol, greiddi Ásmund frá. Einaferð høvdu teir ligið við snøri eina góða løtu, men kendu einki – fingu bert ein fisk. So stimaðu teir afturáaftur og fingu hópin av fiski. Nógv at draga. Tá ið so Ásmund spurdi, hví hann legði afturáaftur, svaraði Edvard, at hann helt, at fyrru ferð rak í so hart. Nú var streymurin linkaður eftir vild. Ásmund tók afturíaftur, Edvard lærdi meg tol!
Hann dugdi sera væl at siga frá - ógvuliga livandi. Tað var sum at vera við í hendingini, tá ið hann segði frá.
Um ólavsøkuna kom hoyggingin fyri - tá var neyðugt at hava nógvan og góðan terra. Teir gomlu vistu so væl um veðrið – Tann eini tók til, klokkan trý fer at regna. Hvussu hann visti tað? Jú, við hesi ættini og rákið vendir, so regnar klokkan trý – og so varð.
Dreingirnir spældu nógv fótbólt og vóru ikki eiðasørir. Stuttligt var um summrarnar, tá ið fremmanda børn vóru á vitjanm at bjóða hesum børnunum av í fótbólti. Tá vóru svínoyardreingirnri ikki sørir.
Eftir lunda
Vit plagdu eisini at fleyga lunda, greiddi Ásmund frá. Tað einu ferðina hevði hann boðað Poul Sivar, sum er væl yngri enn Ásmund, at koma við sær undir oynna. Ásmund skuldi taka seg upp á nakrar sessir, ið har vóru, meðan Poul Sivar skuldi liggja útfyri við bátinum.
Jú, har gekk væl at fleyga, og dagurin leið. Tá ið nú Ásmund skal rigga seg til at fara oman aftur til bátin, er hann burtur. Hann sær bátin longri burturi – farin við streyminum.
Til alla lukku kemur ein bátur framvið, og Ásmund fær rópt á henda bátin, sum fer eftir bátinum við Poul Sivari í. Tá var drongurin sovnaður og farin við streyminum. Men alt legnaðist og komu hesir báðir røsku dreingirnir aftur til Svínoyar við góðum fongi.
Læknakanningar
Medicus P53 og hansara barnakanning var skrekkurin hjá øllum børnum í oynni. Tá var fluktin tikin í fjøllini viðhvørt. Tað einu ferðina var ein so ringur at tannapínu. Ein tonn var tikin – uttan doyving, sum so vísti seg at vera skeiva tonnin.
Einaferð, Medicus var í Svínoy, hevði ein drongur fjalt seg í einum neysti. Tá ið ófrættaskipið var farið, fanst hesin drongurin ikki. So øll bygdin at leita – Tá lá hann og svav í einum báti inni í hesum neystinum, sum eingin visti av.
Í Svínoy hevur svimjihylur verið í um 100 ár – lærarin tá, Hjalmar Hátún, gjørdi nógv fyri at læra børnini at svimja. So væl dugdu tey at svimja, at ta einu ferðina datt dóttir Hjalmar, Maria Asbjørg, á sjógv.
Pápi Ásmund er hjá og so bráðræsin og knappur, at hann leypur á sjógv eftir henni. Hetta var ikki heilt vandaleyst – eisini tí hon krøkti seg so fast í hann, at hann fekk illa svomið. Men so væl var atborið, at bæði komu uppá turt í øllum góðum.
Hjalmar helt hetta vera so stórt bragd, at pápin fekk heiðursbræv og nógvan pening frá felagsskapi úr Danmark fyri at leypa eftir og bjarga dóttrini.
Læra flogið
Í 1966 fór Ásmund 14 ára gamal við Jógvan S sum messur - pápin var kokkur. Her fekk hann sín settning fyri og kom til mans.
Mamman, sum var ættað úr Fugloy hugleiddi um lomvigan sum trýsti ungarnar út av rókini, áðrenn teir rættiliga dugdu at flúgva, men stuðlaði teimum í fallinum niður á sjógvin.
Hon plagdi at spyrja dreingirnar, hvat teir ætlaðu sær at verða. Hon stuðlaði teimum í at finna flogið. Sigast má, at tað hevur eydnast væl hjá Ásmundi, ið hevur havt so nógvan førning við sær úr Svínoy – har, sum var so trygt og gott at vera.