Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nema ger størri íløgur og styrkir virksemið í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.02.2026 - 08:14 Tíðindi Vinna

Í skjótt 20 ár hevur Nema verið ein virkin veitari av KT- og fjarskiftisloysnum í Klaksvík. Nú tekur fyritøkan enn eitt týðandi stig í økinum og ger størri íløgur í virkseminum her norðuri.

 

Endamálið við íløgunum er at styrkja tænasturnar, nærleikan til kundarnar og karmarnar rundan um dagliga virksemið. Hetta er eitt natúrligt framhald av menningini, sum hevur verið eyðkend fyri arbeiðið hjá Nema í økinum gjøgnum árini.

Íløgurnar fevna um betri karmar, dagføring av handlinum og styrking av samlaða virkseminum í Klaksvík. Dentur verður lagdur á at skapa góðar og tíðarhóskandi umstøður fyri bæði kundar og starvsfólk, so tænastan kann vera á høgum støði.

– “Vit vilja tryggja, at karmarnir rundan um okkara virksemi í Klaksvík eru góðir og nútímans. Tað hevur stóran týdning fyri bæði kundaupplivingina og arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum,” sigur Gudny Langgaard, stjóri á Nema.

Sum partur av hesum fer Nema í summar at flyta í nýggj og nútímans hølir á Biskupstorginum. Hølini fara at hýsa bæði handils- og skrivstovuvirksemi og skapa betri og rúmligari karmar fyri kundatænastu og ráðgeving, umframt at tryggja starvsfólkunum góðar arbeiðsumstøður.

Arbeiðið gongur væl, og øll í Nema gleða seg til komandi tíðina í nýggju umstøðunum á Biskupstorginum.

Hjá Nema í Klaksvík starvast 17 starvsfólk innan menning, support, ráðgeving, matgerð v.m.

Á myndini vænta tí nøkur teirra.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Veðrið í dag
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag
“Lands­stýrið strammar upp á innflyt­ingar…