Órógv í Tinganesi
Norðlýsið skilir at trý landsstýrisfólk missa høvdið næstu tímarnar
Nýskipanarnevndin er á trappuni við fyrstu rationaliserings uppskotunum og Norðlýsið skilir at byrjað verður í erva, eins og Ben Arabo formaður í nýskipanarnevndini legði upp til frá byrjan.
Seinast inn - fyrst út er eitt kent prinsipp.
Norðlýsið skilir at Umhvørvismálaráðið fer í søguna og Løgmálaráðið fær somu lagnu. Javnaðarflokkurin situr á Umhvørvismálaráðnum og Framsókn situr á Løgmálaráðnum.
So er bert Tjóðveldi eftir at missa eitt landsstýrisfólk og her hevur Liljan Weihe ávírkan á hvør situr eftir við svarta-per. Jóhan Christiansen, fiski- og samferðslurmálaráðharri baðar sær ikki júst í politsku sólveðri fyri tíðina og tí kundi tað hugsast at hann reyk, eisini tí at hann sjálvur er komin inn seinast. Men av tí at hann ikki fer í tingið eftir at hann hevur fingið sekkin, so rýkur Liljan ikki út úr tinginum - og tað mugu vit ganga útfrá at Tjóðveldi vil, tá hon hevur víst so illoyalan atburð móti Tjóðveldisleiðsluni í fleiri málum, seinast Suðuroyartunnilin og Russlandssáttmálin.
Harvið verður tað nýkosni eiðismaðurin í Klaksvík Eirikur í Jákupsstovu, sum má víkja og fara aftur í tingið - harvið rýkur Liljan út í politiska myrkri.
Siðani er eftir at býta "falnu" málsøkini út á tey landsstýrisfólk, sum eftir sita.
Innan tipping finst møguleikin við hálv- og heilgarderingum. Skuldi Norðlýsið brúkt eina hálvgardering so er hon tað, at Djóni Nolsøe Joensen er í spæl at missa høvdið hjá Javnaðarflokinum heldur enn Margit Stórá.