Lýsing
Lýsing
Takkarkvøða til Arnhold Vegghamar
Í gjár fekk Klaksvíkar Sjúkrahús ein serliga vakran og litríkan málning, sum Arnhold Vegghamar hevur málað og givið í gávu til sjúkrahúsið. Handanin fór fram í ateliernum hjá Arnholdi, á Viðareiði.
Vit á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fegnast nógv um listaverkið, sum bæði prýðir og gleðir. Vit seta stóran prís á ta sinnalag og stóra arbeiðið, sum liggur aftanfyri.
Og í dag kom málningurin upp at hanga á KS3.
Vit vilja hervið takka Arnholdi hjartaliga fyri gávuna og fyri at lata listina og litirnar fáa pláss á sjúkrahúsinum – har vit øll kunnu njóta hana í gerandisdegnum.
Hjartaliga takk, Arnhold
Seinastu tíðindini