Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tjóðveldi kann vinna norðurøkið aftur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.11.2025 - 10:00 Leiðarin Politikkur Vinna

Tað er almenn vitan, at tey seinastu 15-20 árini hevur bara gingið ein veg fyri Tjóðveldi norðan fyri Havnina, og tað er lúkst niðureftir. Frá at mynstra 4. hvørja atkvøðu í Norðoyggjum í 1998 hevur flokkurin seinastu valini bert fingið 10. hvørja. Seinast var eitt lítið kvink upp aftur á 11%, og komandi fiskimálaráðharrin gjørdist varalimur. Í Eysturoynni hevur verið at kalla sama gongd og ongi útlit til batar. Nú hevur Eirikur í Jákupsstovu høvi at fáa flokkin aftur til heiður og æru norðanfyri

 

 

Fólkaflokkurin situr til reiðar at taka við landsins leiðslu. Hann spleysar allar aðrar flokkar av í øllum veljarakanningum, og ongin ivi er um, at fiskivinnupolitikkurin telist millum høvuðsorsakirnar. Men telvar Eirikur í Jákupsstovu rætt, er als ikki óhugsandi, at hann kann halda fram sum fiskimálaráðharri eftir valið – hvat antin tað er í samgongu við Fólkaflokkin ella í einum framhaldi av núverandi samgongu.

Fiskimálaráðharrarnir í sitandi samgongu vístu seg tíverri, sæð við Norðoya-eygum, at vera vónbrot. Tann fyrri bæði avtók skipanina við rullandi 12-ára loyvum, herdi reglurnar fyri útlendskum ognarskapi og kom við strongum antitrust-hámørkum, og tann næsti cementeraði síðstnevndu skipanina við at nokta ”nærstandandi feløgum” at vaksa og fyrihelt seg púra passivt til fiskivinnupolitiska stórmálið um at nokta russiskum skipum atgongd til føroyskar havnir. Alt serliga til fortreð fyri reiðarí í Norðoyggjum.

Nú kemur so tann triði fiskimálaráðharrin fyri Tjóðveldi á banan hetta valskeiðið, og hann hevur eitt ár at gera gott við.

 

Møguleiki fyri søguligari semju millum vinnu og serfrøði

Uppskotið um at nokta russiskum skipum atgongd er úr hansara hondum nú – og tað hevði eisini verið ivasamt, hvussu nógv hann fekk gjørt við tað, nú tað kemur frá hansara forkvinnu. Men øll hini málini ber til at gera nakað við.

Eirikur í Jákupsstovu kann skapa fiskivinnuni støðugar karmar aftur við at skjóta upp at endurinnføra 12-ára rullandi fiskiloyvi. Hann kann strika ella linka ásetingarnar um nærstandandi feløg í sjófeingislógini og harvið loyva aktørum at vaksa aftur. Og hann kann bloyta upp fyri ásetingini um útlendskan ognarskap. Í øllum førum eigur hann at fara í dialog við vinnuna og venda hesum møguleikunum fyri at byggja brýr millum vinnu, samgongu og serfrøði. So tað ikki longur verður, sum Mortan Johannesen, reiðari, segði, at føroysku myndugleikarnir eru størstu fíggindarnir hjá fiskivinnuni.  

Tí ja til útlendskan ognarskap og niður við antitrust hevur sjálvt Búskaparráðið mælt til, so nýggi fiskimálaráðharrin kann skriva søgu við at ganga ynskjunum hjá bæði búskaparligu serfrøðini og aktørunum í fiskivinnuni á møti – samstundis.

Ella hann kann halda fram við politikkunum hjá undanmonnunum báðum í eitt ár, lata Fólkaflokkin fáa tær helst hundraðtals atkvøðurnar, sum tað gevur at vera vinur fiskimanna, og síðani hyggja at, meðan Jacob Vestergaard í fyrrverandi sessi Eiriks enn eina ferð rullar broytingarnar hjá eini samgongu, sum ikki lurtaði eftir vinnuni, aftur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Javnaðar­flokku­rin við reinum fólka­tingsl…
Strika gjaldið á tóm hús
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági