Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kór Glyvra kirkju er nú komið við triðju útgávu síni, sum hesaferð bæði fæst sum pláta og fløga

Kirkjukór við plátu og fløgu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.11.2025 - 08:23 Mentan Tíðindi

Kór Glyvra kirkju er komið út við síni triðju útgávu, ið fevnir um sálmar, sangir og okkurt klassiskt verk. Talan er um 14 skeringar á bæði plátu og fløgu, og í sambandi við útgávuna verður ein markering í Glyvra kirkju mánakvøldið klokkan 19.

 

– Kórið, sum Símun Nónklett setti á stovn í 1969, kom longu í 1972 út við plátuni “Kirkjutónar” og árið eftir við enn eini plátu, “Í adventini”. Tí hildu vit tað vera hóskandi at koma við triðju útgávuni, nú kórið hevur væl meira enn hálvthundrað ár á baki og framvegis er virkið.

Tað sigur kórleiðarin Meinhard Bjartalíð, ið sjálvur hevur stjórnað kórinum til upptøkurnar og staðið fyri framleiðsluni.

– Hugskotið við útgávuni er at skjalfesta kórið, sum tað ljóðar nú, og eg hugsi, at útgávan leggur seg snøggliga í framhaldi av søguni hjá kórinum. Heitið á útgávuni er “Nú hitar sólin bjarta”, ið eisini sæst aftur á kápumyndini av kórinum uttan fyri Glyvra kirkju eitt gott summarkvøld, sigur hann.

– Kórið, sum á útgávuni telur 25 sangarar, hevur bæði sungið “a capella” og við orgulfylgispæli, har Jensina Simonsen hevur sitið við tangentarnar. Vit valdu at gera upptøkurnar í Rituvíkar kirkju, tí har eru av allarbestu ljóðviðurskiftum.

 

Útgávan løgd fram

Í sambandi við útgávuna verður ein markering í Glyvra kirkju mortansaftan, sum er mánakvøldið 10. novembur, klokkan 19, har kórið fer at syngja okkurt av tí, sum er við á útgávuni, og aftaná verður ein drekkamunnur og lítil hugnaløta.

Tað er plátufelagið Tutl, sum gevur plátu og fløgu út. Pauli Magnussen hevur gjørt upptøkurnar og Uni Debess hevur mastrað. Myndirnar hevur Amy Hansen tikið, Grafia hevur sniðgivið og Estra prentað bæði plátu- og fløguhúsa.

– Eg haldi, at útgávan er væl eydnað og allir partar hava gjørt sítt besta til, at so skuldi vera. Nú mánakvøldið verður útgávan so løgd fram, so vit eru sum vera man spent eftir at síggja, hvussu móttøkan verður, sigur Meinhard Bjartalíð at enda.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hesi hava vunnið ársins bestu hjá Bláu B…
HJARNAR: Nøkur eyka setur tøk leygardagi…
Tjóðveldi kann vinna norð­urøkið aftur
Krafta er sett í verðina at kappast um o…
- Man kann ikki venja seg lættan, góður…
Stanley og bókin í Føroya­húsinum
Lív Maria Róadóttir Jæger vitjar á Bókad…
Kirkjukór við plátu og fløgu
Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldu…
Fráfaringarløta fyri Bettu
Todi á heimavølli
Ungdómsting fyri 10. ferð
Bøgøta verður einvegis
HJARNAR: Serligar heiðursfløskur
Pison inni við góðum 100 tonsum
Hjarnar eru svangir
Skifti í leiðsluni
Ruddingarátak í Kalsoy
FM Radio: Spælið gjørdist betri og betri
Oddbjørn Joensen valdur í kirkju­ráðið