Lýsing
Lýsing
Skifti í leiðsluni
Týsdagin var høvi at heilsa Leivur Vitalis og Dánjal Danielsen, nú teir hava skift arbeiðsuppgávur á Skúlatrøð
Leivur Vitalis, sum hevur verið deildarleiðari í hádeild, hevur sagt seg úr leiðslustarvinum og fer at undirvísa. Dánjal Danielsen, sum hevur undirvíst, mest í hádeild, verður deildarleiðari í hádeild.
Jónleif Johannesen bar teimum eina heilsan við góðum orðum og gávum.
Vit á Skúlatrøð eru glað fyri, at teir báðir verða verandi á skúlanum og ynskja teimum blíðan byr í nýggju uppgávunum.
Seinastu tíðindini