Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

SKRIVAÐ: Hilmar E. Gudmundsen  |  05.11.2025 - 23:35 Lesarabrøv Mentan

“Her er ein rúgva av menningartarnaðum fólkið savnað saman, tað sær vitterliga undarligt út. Eg meini tað seriøst”

 

 

Hetta vóru orðini hjá einum verti hjá Kringvarpinum í gjár tann 5. novembur.

Hetta bleiv sagt skemtandi í eini handarvending uttan stórvegis tankar ella reflektión. Og tí kann hugsast, at meiningin ikki var so ring.

Hóast hetta, tá ið eg hoyrdi hesi orð, mundi eg dottið afturav. Setningurin er so grovur, at tað hóvar mær illa at endurgeva orðini; og eg vil beinanvegin taka frástøðu frá orðunum.

Prátið var um nakað heilt annað, tað, ið verður nevnt ‘silent-disco’, ið er ein formur av diskotek-virksemi, har øll fólk hava hvør sínar oyrabúffar á høvdinum, meðan dansað verður. Sjálvsagt sær tað skemtiligt út, tí ‘uttanifrá’ tykist tað, sum tónleikurin manglar.

Tað, sum er merkverdigt, er, at mann í skemti útsetir ein heilan samfelagsbólk!

  1. Orðingin “Her er ein rúgva av menningartarnaðum fólki savnað saman, tað sær vitterliga undarligt út” ger beinleiðis gjøldur burtur úr fólkum við menningartarni og ger tey til nakað, mann kann flenna at. Orðingin sigur óbeinleiðis, at tey eru okkurt “minni” enn vit onnur, at tey per automatikk síggja undarlig út.
  2. Útsøgnin er eitt slag av førismismuni (ableism). Førismismunur er tá mann gongur út frá, at tann “rætti” mátin at liva er at vera til uttan menningartarn; at tað er skeivt at hava eitthvørt. Annars hevði man ikki flent at tí.

Útsøgnin, hóast hon er søgd í spølni, er ikki hóskandi og als ikki skemtilig; hon er niðrandi.

KVF, sum er tann almenni tíðindastovnurin, vit øll gjalda fyri, eigur ikki lata slíkt fara framvið ósvarað.

Skulu Føroyar rúma okkum øllum, eisini teimum við skerdum førleikum, mugu vit fara burtur frá tílíkum útsøgnum sum hesari.

 

Hilmar E. Gudmundsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Annika Hoydal á Summar Festivalin
Aðalfundur hjá Klaksvíkar sjónleikarafel…
KÍ vann 2-0 á HB
Tey av Kamarinum vóru slóðarar innan før…
Fluttu Nónhamar eftir botninum
Myndarøð: Ítróttafagnaður 2025
Jórun & Jórun ársins ítróttaeldsálir
Mjølnir STEYPAVINNARAR 
Kundi valla verið verri
Tryggari saman og ríkari í ríkisfelagssk…
Norðsøki eitur nú Vónarljós
Riggaðu til at flyta Nónhamar
KÍ fær vitjan av HB
Beinleiðis flogrutu til Nuuk
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…