Friður á pallinum: Hvør er Brooke Ashton?
Brooke er ein ung, vøkur men óroynd sjónleikarinna úr London. Hon gevur ikki øðrum gætur, hvørki á pallinum ella aftanfyri pallin, og heldur fast við sín leiklut sum hann er lýstur í handritinum uttan mun til allan ófrið og rumbul rundan um hana
Hon missir altíð sínar kontaktlinsur, og uttan tær er hon sera blind. Brooke er sera eldhugað, men hon er eisini bara eitt sindur tóm.
“Friður á pallinum" hevur Michael Frayn skriva, Andrias Justesen hevur umsett, Annfinnur Heinesen leikstjórnar og Edward Fuglø ger pall.
Nýggju sjónleikarar eru á pallinum og Jancy Kalsø spælir leiklutin sum Brooke.
Frumsýning verður 24. Oktober í Varpinum í Klaksvík.
Hetta verður sera skemtiligt, spælt verður bert í góða viku, at hava tað stuttligt er ikki ein sjálvfylgja.
Keyp atgongumerki á www.atgongumerki.fo