Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin, sum er ein fresko, er málað av listamanninum Frits Bruzelius í 1958 | Mynd: Dávur Winther

Ein kirkja og onnur

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  19.10.2025 - 22:50 Mentan Tíðindi

Tá ið eg eri í Århus, sum nú, plagi eg at seta meg á eina brík aftarlaga í Christianskirkjuni, ið liggur á Frederikshaldsgade 15. Hon tykist rættiliga virkin og hevur ein heldur lættari stíl – bæði við siðbundnum, men eisini lættari tónleiki og sangi undir guðstænastuni.

Tey taka stig til nógv ymiskt við fyrilestrum, innsavningum, rytmiskum guðstænastum og tað vit kenna sum skrúvuguðstænastur. Eisini verður vørpan og PowerPoint við tekstum og myndum brúkt nógv undir prædikuni, har presturin brúkar onkrar myndir at styðja prædikuni við.

Tey stroyma hvørja guðstænastu, men kann fremmandi lurtarin eisini velja stroymingina á enskum. Í kirkjuni koma eisini fólk, sum ikki eru køn í donskum, og kunnu tey fáa oyratelefonir, har prædikan og alt annað, sum fyriferst í kirkjuni, er týtt til enskt.

Nú tað følgast við øðrum mæltum fólkum í Føroyum, varð helst rætt og skilagott, at KvF saman við kirkjuni beyð hesa stroymingartænastuna á enskum frá teirri kirkjuni, útvarpsguðstænastan kom frá.

Altartalvan

Christianskirkjan í Århus, sum er rættiliga rúmlig og hevur eitt stórt orgul, flygil, kór og mikið meira, hevur eina serliga altartalvu.

Myndin, sum er ein fresko, er málað av listamanninum Frits Bruzelius í 1958. Føddur 13. november 1919  í Keypmannahavn – Deyður 1974.

Frits gjørdi fleiri størri listprýði m.a. til kirkjur og almennar bygningar – oftast sum fresko. Hann málaði tó eisini staffeli-málningar, og tá var tað andlitsmyndir og einamest landslaggsmyndir.

Á altartalvuni í Christianskirkjuni í Århus er berandi myndevnið tað ljósa borðið, sum er reist yvir enda. Fyri borðendan situr Kristus. Hann situr til borðs saman við lærusveinunum og rættur hondina út til teirra. Men eisini til kirkjuliðið, ið lítur at myndini handan altarið, sum partur av skipinum.

Motivið ella ímyndin til altartalvuna í Glyvra kirkju, sum Fridtjof Joensen hevur gjørt, er ikki ólík henni í Christianskirkjuni í Århus. Tó er tilgongdin ein heilt onnur. Tann á Glyvrum úr timbri og tann í Århus ein fresko.

Tí er tað so deiliga heimligt at fara í kirkju í Christianskirkjuni í Århus - eisini vegna navnið. Kirkjan er altíð at kalla fullset. Sangurin og serliga orgulspælið er sum tikið úr leikum – frágera gott.

Um summarið, men eisini nú vit eru komin langt út í oktober, verður eftir guðstænastuna boðið til ein kaffimunn uttanfyri kirkjuna.

Christianskirkjan í Århus hevur eina holla heimasíðu

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein kirkja og onnur
Netverksfundur í Rótini: Morgunmatur og…
Friður á pallinum: Hvør er Poppy Norton-…
Ein góður fiskitúrur í vikuni sum fór
Ungur lokalur leikari á máltalvuni
Veðrið í vikuni
Tórhallur og Sámal vunnu fiski­kappingina
Myndarøð: KÍ - TB (6-0)
Reytt kort
Upptakt: KÍ-TB
Kann verða síðsti heimadystur hjá fleiri…
Næstbesta liðið hjá KÍ liggur til niðurf…
Møguligt misálitis­uppskot týsdagin
Friður á pallinum: Hvør er Tim Allgood?
Heyst­fagnaður á Eiði: Matmarknaður í Kru…
Stakkavík inni við 7.000 pundum
Heyst­fagnaður á Eiði: Handilin hjá Óla k…
Hvítanes farin nýggjan túr
Er bilurin klárur til veturin?
Ásla Kjærbæk fekk serliga heilsan frá lø…