Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ásla Kjærbæk fekk serliga heilsan frá løgmanni

SKRIVAÐ: Løgmansskrivstovan  |  18.10.2025 - 10:57 Tíðindaskriv

Í vikuni hevði Sendistovan í London gleðina av at vitja Áslu Scaggs, fødd Kjærbæk, í Southend-on-Sea á hennara 100 ára føðingardegi og bera henni eina heilsan frá løgmanni, Akseli V. Johannesen, og eitt blómutyssi í føroysku litunum.

 

Lívssøgan hjá Áslu var grundarlagið undir flaggdagsrøðuni, sum løgmaður helt í London fyrr í ár.

Søgan hjá Áslu er bæði serlig og hugtakandi. Hon møtti bretskum hermanni, Stanley Charles Scaggs (Stan), undir øðrum veraldarbardaga, og tey blivu beinanvegin væl. Stutt eftir mátti Stan fara av landinum, og tá kríggið endaði, var Stan merktur av stríðnum og hevði avbjóðingar við at minnast.

Í 1947 fór Ásla til Bretlands at búgva saman við systur síni. Men hon hevði ikki gloymt Stan.

Og tá tað eydnaðist henni at møta honum aftur, hendi nakað heilt serligt. Javnt og samt fekk Stan minnið aftur, tá hann sá Áslu, og kærleikin, ið byrjaði í Sumba í 1943, varð kveiktur aftur.

Tey bæði giftust í 1951 og búsettu seg í Southend-on-Sea, har Ásla enn býr í dag stutt frá yngru dóttrini Freyu.

Kortið frá løgmanni hevur nú fingið fremsta pláss, saman við kortinum frá Charles kongi og Camillu drotning, millum tær mongu heilsanirnar og blómurnar, sum Ásla hevur fingið á stóra degnum. 

Flaggdagsrøðan hjá løgmanni í London fyrr í ár kann lesast her. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heyst­fagnaður á Eiði: Matmarknaður í Kru…
Stakkavík inni við 7.000 pundum
Heyst­fagnaður á Eiði: Handilin hjá Óla k…
Hvítanes farin nýggjan túr
Er bilurin klárur til veturin?
Ásla Kjærbæk fekk serliga heilsan frá lø…
Quo Vadis, Domine
Heyst­fagnaður á Eiði í dag
Eli Tausen á Lava útgevur "Book of Lies"
Friður á pallinum: Nú er Lloyd klárur
Strandferðslan er ikki meldað
Veðrið um vikuskiftið
Gekk av tí besta at reka í Syðrulíð
ALS gjaldið lækkar
Útróðurin í dag
Randi: - Tørvurin økist á jólahjálp
Stanley sigur sína søgu
Diamant­brúdleyp - Marianna og Knút
Kári: - Fiski­kappingin gevur væl til Dra…
Volapuck útgeva fyrsta staklagið "Mirage…