Friður á pallinum: Nú er Lloyd klárur
Hvør er Lloyd Dallas?
Lloyd er tann harðrendi og nakað kyniski leikstjórin í leikinum í leikinum, 'Nothing On'. Hann er krevjandi av lyndi og hann hevur eina uppblásta sjálvsmynd. Hann tykist ikki at hugsa nógv um framleiðsluna og hvussu leikur ferð at ganga. Hann roynir sum fragast at sigla ímillum skerini tí hansara romantisku fløkjur við bæði Poppy og Brooke geva heilabrýggj .
"Friður á pallinum" hevur Michael Frayn skriva, Andrias Justesen hevur umsett, Annfinnur Heinesen leikstjórnar og Edward Fuglø ger pall. Nýggju sjónleikarar eru á pallinum og Karl Sofus í Heimistovu spælir Lloyd Dallas.
Frumsýning verður 24. Oktober í Varpinum í Klaksvík. Hetta verður sera skemtiligt, spælt verður bert í góða viku, at hava tað stuttligt er ikki ein sjálvfylgja.