Lýsing
Lýsing
Upptakt: KÍ-TB
Í dag spælir KÍ síðsta heimadystin í 2025.
Føroyameistararnir taka móti bontliðnum TB, ið hevur alt at spæla fyri. KÍ ætlar neyvan at tapa nakran heimadyst í ár og skal til at lyfta sítt stig eftir eina tíð við heldur ivasomum avrikum.
Hjá KÍ hevur Páll A. Klettskarð leikbann, meðan Ragnar Joensen og Musah Armah hava leikbann hjá TB. Hjá KÍ verður Hallur Hansson neyvan klárur vegna skaða, meðan ivamál er um Jonn Johannessen. Hjá TB er Mohamed Samba langtíðarskaddur.
Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 14.00. Dómari verður Rúni Gaardbo.
Seinastu tíðindini