Lýsing
Lýsing
Lýsing
Allar 4 fíggjarlógirnar hjá sitandi samgongu hava víst 9-ciffrað undirskot, og samgongan tykist hava givið skarvin yvir, hvat royndunum at fáa ein haldføran búskap í lag viðvíkir. Tað verður tí ikki ein sunnan búskap, komandi Landsstýri og Løgting arva á løgtingsvalinum | Mynd: Myndin er úr Heystfrágreiðingini fyri 2025 hjá Búskaparráðnum, s. 26.

Andstøðan fær helst eitt lætt valstríð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.10.2025 - 09:15 Leiðarin Politikkur

Tað stendur ikki væl til í landsins leiðslu. Rokningin fyri landskassans undirskot til føroyingar verður stór; samgongan hevur ikki leverað í stórmálunum, hon setti sær fyri, og gølur hava sett dám á valskeiðið. Veljarakanningarnar tala sítt týðiliga og konsistenta mál.

 

 

Tað er í fíggjarmálum, at avrikið hevur verið verst. Landsstýriskvinnan hjá Framsókn hevur lovað at venda halli til avlop, men seinasta fíggjarlóg hennara vísir stórt hall, og eftir nógv umrøddu ICES-tilmælunum at døma kann undirskotið í 2026 vísa seg at vera tað størsta av øllum í valskeiðnum. Landskassahall merkja skuld, og um ongin drastisk og óvæntað broyting hendir, merkja samanløgdu undirskotini 2023-2026 eina rokning (les: skuld) uppá yvir eina milliard tilsamans.

Samgonguflokkarnir kunnu tí ikki fara til val uppá haldføri, tí undirskotið í 2026 verður sannlíkt størri, enn tá samgongan tók við. Hetta hóast allir aðrir samfelagspílar peika uppeftir við hákonjukturi og metlágum arbeiðsloysi. Fortreytirnar fyri haldføri hava verið til staðar hetta valskeiðið, men kortini hevur samgongan ikki megnað at fingið tað. Tvørturímóti hoyrast fleiri samgongulimir siga í fullum álvara, at tað gongur væl í landsbúskapinum. Tað er, sum um tey ikki síggja trupulleikan við stóru undirskotunum.

Næst eftir Fíggjarmálaráðið stendur verst til í Fiskimálaráðnum. Ein landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur mugað latið lyklarnar inn fyri hava handlað í heimildarloysi, men eisini eftir tað hildu gølurnar fram við at merkja málsøkið. Í málinum um Galaxy varð lítli myndamaðurin á dekkinum gjørdur til stóra skurkin av myndugleikunum, og nærmast hóttur, tí hann hevði gjørt vart við ein lívsvanda (framvegis uttan nakra avleiðing fyri stovnin), og í ICES-málinum varð ein løgtingsmaður gjørdur til skurk fyri at noyða ráðið til at viðganga veruleikan. Báðir vístu seg at hava rætt, tá avtornaði. Fyri ikki at tala um málið um ferjuleguna á Syðradali (K.), sum er ein farça við potentiali at útvikla seg til eina tragediu í vetrarsiglingini.

Á Løgmansskrivstovuni stendur heldur ikki væl til. Løgmaður hevur lovað ein Suðuroyartunnil, men higartil gongur ongan veg. Undirtøka er fyri tunlinum í Løgtinginum – men ikki í samgonguni. Aftur her er Landsstýrið sín egni versti fíggindi. Eitt desiderað taparamál fyri vinstravendar flokkar, nevniliga at hækka pensjónsaldurin, gjørdi bara støðuna verri. Øll fakfelagsrørslan, herundir arbeiðarafeløgini, fór upp á bakbeinini, og løgmaður fekk bara uppbakning frá Búskaparráðnum og Framsókn. Sama Framsókn, sum fekk uppskot løgmans um Suðuroyartunnil at falla burtur. Her hevur Framsókn víst seg sum ein blokerandi minniluta fyri uppskoti – og lyfti – hjá løgmanni.  

Andstøðan sær eisini út til at fáa rætt í uppáhaldinum um, at skattaumskipanin hjá samgonguni fór at reka útisiglarar v.m. av landinum. Ábendingarnar higartil siga, at 70 fólk eru færri í bólkunum, ið vórðu raktir, og at inntøkan hjá landskassanum av tí verður 65 mió. lægri. Her skal tó sigast, at fyrispurningur um hetta liggur í Løgtinginum, og tá hann er svaraður, vita vit betur.

Føroyska arbeiðararørslan er av røttum ørg inn á samgonguflokkarnar. Samgongan legði upp í verkfall, og styttri arbeiðsvika varð útskift við longri arbeiðslív; arbeiðsvikan er ikki stytt, og í staðin nýtir samgongan orkuna uppá at fáa gomul fólk at arbeiða longri heldur enn njóta sítt otium.  

Veljarakanningarnar peika allar samfelt á eitt borgarligt landsstýri eftir valið, og tað er ikki líka nógv eitt tilval av høgraflokkunum, sum tað er eitt frával av sitandi samgongu. Tann seinasta gav Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum 18 tingsessir (og Miðflokkinum 2), og hon varð gjørd áðrenn Galaxy- og ICES-gølurnar, og áðrenn fíggjarlógaruppskotið við stórum halli.

Treyðugt so, so hevur samgongan eitt ár eftir at venda skútuni. Men higartil hevur hon ið hvussu er ikki gjørt tað torført fyri andstøðuna at vinna komandi løgtingsval.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Friður á pallinum: Hvør er Brooke Ashton…
Sirið Stenberg, lands­stýris­kvinna, lutti…
FM radio hesa vikuna
Opið bræv til Kringvarp Føroya: Publicse…
Andstøðan fær helst eitt lætt valstríð
KÍ spældi eina løtu uttan nakran lokalan…
Ein kirkja og onnur
Netverksfundur í Rótini: Morgunmatur og…
Friður á pallinum: Hvør er Poppy Norton-…
Ein góður fiskitúrur í vikuni sum fór
Ungur lokalur leikari á máltalvuni
Veðrið í vikuni
Tórhallur og Sámal vunnu fiski­kappingina
Myndarøð: KÍ - TB (6-0)
Reytt kort
Upptakt: KÍ-TB
Kann verða síðsti heimadystur hjá fleiri…
Næstbesta liðið hjá KÍ liggur til niðurf…
Møguligt misálitis­uppskot týsdagin
Friður á pallinum: Hvør er Tim Allgood?