Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ spældi eina løtu uttan nakran lokalan leikara

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.10.2025 - 08:47 Ítrottur Tíðindi

Fyri fyrstu ferð í søguni hjá KÍ spældi liðið uttan nakran lokalan leikara eina løtu í dystinum móti TB sunnudagin.

Síðani Jóannes K. Danielsen slerdi til í 2017, so hevur KÍ ikki megnað at sett nakran lokalan leikara við at spæla regluliga á liðnum. Jonn Johannessen og Óli Ey. Poulsen kundu kanska havt verið tveir slíkir, men har hava skaðar forðað fyri hesum.

Og við slíkari gongd, so var tað ikki óvæntað at tað for at henda, at KÍ fór at spæla við 11 leikarum, har eingin lokalur var inni. Og tað hendi í 17 minuttir móti TB í gjár. Jákup B. Andreasen og Jóannes K. Danielsen blivu utskiftir í 59. minutti og tá Páll A. Klettskarð hevði leikbann, meðan Jonn Johannessen var skaddur, so spældi eingin lokalur leikari fram til 76. minutt, tá Páll Müller bleiv innskiftur.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at hetta hendur í Føroyum. Í 2024 byrjaði B36 einaferð við einum liði í landskappingini, har eingin lokalur byrjaði inni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið blaðið í gerð
Friður á pallinum: Hvør er Brooke Ashton…
Sirið Stenberg, lands­stýris­kvinna, lutti…
FM radio hesa vikuna
Opið bræv til Kringvarp Føroya: Publicse…
Andstøðan fær helst eitt lætt valstríð
KÍ spældi eina løtu uttan nakran lokalan…
Ein kirkja og onnur
Netverksfundur í Rótini: Morgunmatur og…
Friður á pallinum: Hvør er Poppy Norton-…
Ein góður fiskitúrur í vikuni sum fór
Ungur lokalur leikari á máltalvuni
Veðrið í vikuni
Tórhallur og Sámal vunnu fiski­kappingina
Myndarøð: KÍ - TB (6-0)
Reytt kort
Upptakt: KÍ-TB
Kann verða síðsti heimadystur hjá fleiri…
Næstbesta liðið hjá KÍ liggur til niðurf…
Møguligt misálitis­uppskot týsdagin