Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Jan Herman Hansen/RSF

Fyrsta 10-mannafarið til 2026 er longu mannað

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  17.08.2025 - 23:07 Ítrottur Tíðindi

Føroyameistararnir í 8-mannaførum hava longu mannað 10-mannafar til 2026.

Í sending hjá FM1 frá Summar Festivalinum kundu nakrir av manningini hjá Ørvi longu staðfesta, at teir fara upp í 10-mannaførini at rógva í 2026. Tað verður í Havnar Róðrarfelag, men enn er ikki greitt hvørjum báti. Helst veldst um verandi meistarar á Havnarbátinum ætla at verja meistaraheitið. Gera teir tað, so verða tvey 10-mannafør hjá Havnar Róðrarfelag, ið vildi verið gleðiligt fyri føroyskan kappróður. Vit sóu hetta í KRF í 2024, tá Klaksvíkingur og Nólsoyar Páll kappaðust.

Teir á Ørvi søgdu í sendingini, at allir teir somu halda fram og so hava teir fingið tveir afturat, sum hava hjálpt til sum eykamenn í ár. Nú vilja teir royna seg millum vaksnu mennirnar í bestu deildini í kappróðri, sum teir tóku til.

Ørvur vann allar róðrarnar hjá mongu 8-mannaførunum í ár. Og harav vóru teir síðstu fýra sigrarnir í stórum stíli, so eingin ivi er um, at hendan manningin hoyrir heima í 10-mannaførum í 2026.

Teir eru skjótir úti við staðfestingini, tí ofta fara vit framvið ársskiftinum, áðrenn manningar endaliga boða frá, at bátarnir eru mannaðir og ofta koma síðstu menninir ikki uppá pláss fyrr enn væl er komið inní nýggja árið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ormurin Langi er mannaður
Niclas og Jákup samdir: KÍ vinnur FM
Jóannes Bjartalíð nærkast nýggjum felag
Torradagar aftur á skrá
Kjølur Open
Tummas Lervig fer inní 20. árið sum form…
Petter Stordalen fegnast um KG
Samuel Rachlin á Torradøgunum
Sámal Jákup nýggjur U18-venjari
Torradagar: Samuel Rachlin framløgu um P…
Gimmi til Sands
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Eldrahugni í Betesda
Hvar fer USA?
Við beinleiðis bussi til Suðuroyar
Kunningarkvøld um Dagbíbliuskúlan í Keld…
FSN vil eisini av við lívrentuna
SÍ vann á Mjølni uttan himpr í toppdysti…
Nýggj bók - bókaframløga