Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tríggjar stjørnur, tveir kokkar, ein køkur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.08.2025 - 00:15 Tíðindi Vinna

Matstovan Paz í Havn verður karmur um eitt sjáldsamt og merkisvert gastronomiskt samstarv 5. og 6. september. Hesi bæði kvøldini hevur Poul Andrias Ziska, sum fyrr í ár fekk tvær Michelinstjørnur, boðið kenda íslendska kokkinum Gunnari Karl Gíslason til eitt heilt serligt samstarv

 

Gunnar er høvuðskokkur á matstovuni Dill í Reykjavík, sum hevur eina Michelinstjørnu og eina grøna stjørnu. Hann verður av mongum sæddur sum fremsti undangongumaðurin í íslendsku matstovuvinnuni. Hann fekk fyrstu Michelinstjørnuna til Íslands og hevur meira enn nakar myndað og ment nútímans íslendska matgerðarlist, sum er vill, poetisk, árstíðartengd og torir at ganga nýggjar leiðir.

Her eru Gunnar og Poul Andrias andliga skyldir. Sum Poul Andrias tekur til: "Vit hava nógvar felags fatanir og vilja siga søgur við okkara lokala tilfeingi og staðbundnu matmentan - hann í Íslandi, eg her í Føroyum. Onkusvegna er hetta sum við ymsum øðrum viðurskiftum: Vit føroyingar og íslendingar hava meira at vera saman um enn tað, sum skilir okkum. Soleiðis er eisini við matmentanini. Her kunnu vit veruliga fara út í krókarnar og smábregini og spæla við líkskapir og munir. Tað er har, tað verður spennandi - og tað skulu gestirnir merkja hesi bæði kvøldini".

Saman hava teir báðir tríggjar Michelinstjørnur og eina felags frásøgugleði, sum sæst aftur í teirra matgerð. Málið við hesum serliga samstarvi er at skapa eina heilt serliga matuppliving fyri gestirnar. Saman fara teir at skapa eina matskrá, sum bara kann roynast hesi bæði kvøldini. Hon fer at fevna um fleiri av teirra signaturrættum, og eisini onkrar nýggjar rættir, sum hava røtur í tí lokala, men eisini vísa teirra serligu styrkir og gávur.

 

Stjørnukvøld á Paz

 

 

Pláss er fyri 32 gestum hvørt kvøldið.

Opið er fyri bókingum á paz.fo

Nær: 5.- 6. september

Hvar: Paz, Doktara Jakobsensgøta 14

Kostnaður: 2.500 kr (drykkivørur ikki írok.)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Anna Lovisa setur Summar Festivalin í go…
Fíggjar­ligur bati fyri smærri vinnurekan…
Vælkomin á tónleika­fagnað!
Tíð at liva
SF: Í kvøld spæla Nik & Jay á Vágsbø
Hvar er ágrýtnið hjá leiðsluni?
Nik & Jay koma við øllum tí besta
Kom við til eina hugnaliga løtu í Gamla…
Tríggjar stjørnur, tveir kokkar, ein køk…
Tóra var besti leikari í juni
Bragdið hjá Ziska bjargaði 17 av manning…
Eysturlund - ikki kapping við SEV
Opið hús í Betesda á Summar­festivalinum
Hetta var ikki nýtt fyri Klaksvíkar komm…
SF: Eingin spyr meg – eg møti bara upp
Palestina - EINGIN VARANDI LOYSN ?
Steintór vitjar Norðlýsið
Video: Sakaris roynir nakað heilt nýtt
Forvitnis­lig vinnumessa við Tjarnir
Syngið við í Christians­kirkjuni