Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hetta var ikki nýtt fyri Klaksvíkar kommunu

SKRIVAÐ: FBF  |  06.08.2025 - 18:00 Ítrottur Tíðindaskriv

FBF vil staðiliga avvísa, at Klaksvíkar Kommuna ikki kendi til ætlanina hjá FBF um at tengja sandflogbóltsvallir afturat staðsetningini av innandura flogbóltinum.

 

Klaksvíkar Kommuna hevur fingið júst somu fortreytir sum aðrar kommunur at hýsa flogbóltinum og sandflogbóltinum, men lat ikki við seg koma.

Tá tað gjørdist greitt, at Oyggjaleikirnir 2027 skuldu vera í Føroyum, vóru nakrar kommunur, sum vendu sær til FBF við ynski um at hýsa flogbóltinum.

Vit fingu millum annað hin 14. februar 2024 ein teldupost frá einum leiðandi starvsfólki hjá Klaksvíkar Kommunu um áhuga at hýsa flogbóltinum í Klaksvík í 2027. Viðkomandi leiðandi starvsfólk fekk at vita, at FBF ætlaði at tengja hýsingina av innandura flogbóltinum saman við, at varandi sandflogbóltsvallir blivu bygdir og at talan tí bleiv um eina samlaða hýsing av innandura flogbólti og sandflogbólti.

Aðrar kommunur, sum vendu sær til Flogbóltssamband Føroya í sambandi við hýsing av flogbólti, fingu júst somu boð.
Hetta gjørdi FBF, tí vit ynsktu at brúka Oyggjaleikahøvið til at fáa eina ella fleiri kommunur at gera varandi íløgur í flogbóltin - í hesum sambandinum sandflogbóltin - soleiðis at karmar kundu skapast fyri at gróðurseta sandflogbóltin í Føroyum.

Hetta kunnaðu vit eisini Oyggjaleikasamskiparan um.

Hin 25. juni 2024 eftir at Oyggjaleikaarbeiði meira formliga var byrjað settu vit gongd á arbeiði at finna fram til staðseting av samlaða flogbóltinum. FBF sendi tá formligar teldupostar til tær kommunur, sum høvdu víst áhuga fyri at hýsa flogbóltinum. Vit bóðu í teldupostinum um ein fund fyri at tosa um møguleikar í sambandi við Oyggjaleikirnar 2027 og herundir, hvar sandflogbólturin kundu leikast.

Vit fingu her bara svar úr Vága Kommunu og úr Fuglafjarðar Kommunu. Stutt eftir byrjaðu vit at samráðast við hesar kommunur og komu skjótt fram til loysnir.

Hetta var Oyggjaleikanevndin eisini kunnað um.

Vit gingu sjálvsagt út frá, at tær kommunur sum ikki svaraðu okkum aftur ikki høvdu áhuga í okkara loysn. Eini loysn, sum tær vóru kunnaðar um tíðliga 2024 og aftur í juni 2024.

Úrslitið fyri flogbóltin er, at vit nú hava tvær kommunur, sum gera sera stórar íløgur í flogbóltin og sum nú leggja lunnar undir sandflogbóltin. Vónandi fara aðrar kommunur eisini nú ella seinni at gera líknandi íløgur. Hetta úrslitið eru vit í FBF sera nøgd við, og hartil eru vit takksom yvirfyri teimum kommununum sum hava valt at gera hesar íløgurnar.

Samstundis, so eru vit sera kedd um hesa støðuna, sum nú er íkomin - herundir ta ónøgdina, sum er í Klaksvík - og eisini sera kedd um, at FBF nú er vorðið ein lús ímillum tvær sterkar negl - Oyggjaleikanevndina og Klaksvíkar Kommunu. Men vit mugu staðfesta at síðani tíðliga í 2024 hava báðir hesir partar væl kent okkara støðu til staðseting og raðfesting.

FBF valdi ikki Klaksvík frá. FBF valdi tær kommunur til, sum gjørdu av, at gera stórar íløgur í sandflogbóltin. Keðiliga støðan íkemur, tá Oyggjaleikanevndin av sínum eintingum, uttan at ráðføra seg við FBF og uttan at virða loypandi kunninginga frá FBF, velur at staðseta innandura flogbóltin í Klaksvík.

Tí er tað í veruleikanum Oyggjaleikanevndin, sum eigur hendan trupuleikan.


 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tóra var besti leikari í juni
Bragdið hjá Ziska bjargaði 17 av manning…
Eysturlund - ikki kapping við SEV
Opið hús í Betesda á Summar­festivalinum
Hetta var ikki nýtt fyri Klaksvíkar komm…
SF: Eingin spyr meg – eg møti bara upp
Veðrið á Summar­festivali­num - dagført se…
Palestina - EINGIN VARANDI LOYSN ?
Steintór vitjar Norðlýsið
Video: Sakaris roynir nakað heilt nýtt
Forvitnis­lig vinnumessa við Tjarnir
Syngið við í Christians­kirkjuni
Hugni við bátabrúgvar­nar í kvøld
KÍ hevur 2-0 leiðslu við til Ungarn
Myndarøð:KÍ vann 2-0 á Neman úr Hvítarus…
Sambands­flokku­rin og monopolið
Listaframsýning
Nik & Jay: Tað verður ein oyggja­rveitsla
Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir by…
Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin…