Lýsing
Lýsing
Lýsing

Video: Sakaris roynir nakað heilt nýtt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.08.2025 - 11:29 Tíðindi

Sakaris gleðir seg til eina øðrvísi konsert á Summar Festivalinum hóskvøldið

 

Hóskvøldið spælir Sakaris í Tjaldinum á Summar Festivalinum, og tað verður ein heilt serlig framførsla. Hann fer nevniliga at spæla konsertina saman við tónleikabólkinum Gø.

Vanliga eru framførslurnar hjá Sakarisi í stóra mun elektroniskar, men hesa ferð verður framførslan saman við tónleikabólki. Tí fara kendir sangir "Allarbesti", "Aalborg", "Magical Bag of Fun", "Tramin" og aðrir at ljóða nakað øðrvísi.

– Eg spældi á Summar Festivalinum í fjør. Sama dag, sama stað og somu tíð, sum eg spæli í ár, so eg vildi gera okkurt øðrvísi hesaferð. Eg ringdi til mínar góðu vinir í bólkinum Gø og spurdi, um teir vildu spæla undir hjá mær. So eg fari fyri fyrstu ferð nakrantíð at framføra allan tónleikin saman við einum live-band, sigur Sakaris.

– Vit hava vant, tað ljóðar feitt, og eg gleði meg sera nógv til framførsluna. Tað verður ein veitsla, og kanska kemur onkur serligur gestur á pallin at framføra onkur kend tøkuløg saman við mær, sigur Sakaris og sipar helst til, at Guðrið Hansdóttir luttekur á endurinnspælingum av sangum sum "Frøknur" og "Stjørnuskot".

Konsertin hjá Sakaris verður í Tjaldinum á Summar Festivalinum hóskvøldið kl. 23:45.

 

Her ber til at síggja video-samrøðu við Sakaris:

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tóra var besti leikari í juni
Bragdið hjá Ziska bjargaði 17 av manning…
Eysturlund - ikki kapping við SEV
Opið hús í Betesda á Summar­festivalinum
Hetta var ikki nýtt fyri Klaksvíkar komm…
SF: Eingin spyr meg – eg møti bara upp
Veðrið á Summar­festivali­num - dagført se…
Palestina - EINGIN VARANDI LOYSN ?
Steintór vitjar Norðlýsið
Video: Sakaris roynir nakað heilt nýtt
Forvitnis­lig vinnumessa við Tjarnir
Syngið við í Christians­kirkjuni
Hugni við bátabrúgvar­nar í kvøld
KÍ hevur 2-0 leiðslu við til Ungarn
Myndarøð:KÍ vann 2-0 á Neman úr Hvítarus…
Sambands­flokku­rin og monopolið
Listaframsýning
Nik & Jay: Tað verður ein oyggja­rveitsla
Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir by…
Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin…