Lýsing
Lýsing
Lýsing

Palestina - EINGIN VARANDI LOYSN ?

SKRIVAÐ: Andrass Skaalum  |  06.08.2025 - 13:38 Lesarabrøv Politikkur

At góðkenna Palestina sum sjálvstøðugan stat ? ? ? Hvør er “Palestina” og hvat merkir tað fyri heimin og grannalondini hjá “Palestina” ? ? ?

 

Uppskotið um sjálvstøðugan Palestinskan (muslimskan) stat er eingin loysn, so leingi hesin vil útrudda Ísrael og jødar.
Iran er jú sjálvstøðugur statur, sum ynskir at útrudda Ísrael – drívmegin er Islam sum heims átrúnaður – tey vilja leggja allan heimin undir Islam, kosta hvat tað kosta vil.

 

Palestinar í Gaza hava havt møguleikan og hava fingið dyggan stuðul frá umheiminum, hjálp at byggja land, men stuðulin bleiv í stóran mun og í loyndum brúktur til krígs-tunnlar, vápn og krígsførslu.

Hamas fekk akt og tók valdið við makt eftir valið í 2006, Gaza er ikki fólkaræði, men muslimskt harðræði.

Á síni ferð, hevur Hamas eisini pínt og dripið sítt egna fólk, um tey ikki fylgdu teirra linju – vei teg fyri fráviki.

 

Av talarastólum í moskum hava herróp frá Imamum gelt, um at kríggjast mót Ísrael og at drepa jødarnar.

 

SJÁLVGJØRT ER VÆL GJØRT

Tann 07. Oktober 2023 Leyp Hamas (Gasa) á Ísrael og framdu óbótagerðir mót sakleysum óvápnaðum menniskjum.

Í gleðirúsi, -  hugsa tær -  í “gleðirúsi” , neyðtóku, drupu, brendu og meinslaðu tey óskyldug menniskju, tóku fleiri sum trælir (til fanga) – Frásagnirnar eru ræðuligar.

 

Sjálvandi svaraði Ísrael aftur, hevur allar grundir til at verja seg og gera av við vandan (vónandi med alla og uttan Allah).

 

DEMAGOGISKI VÍÐVØLLURIN

Demagogiska stríðið duga islamistarnir væl, størri elendigheitin er, meiri empati fyri teirra stríði - teir nørast av elendigheitini.

Tað er so synd í okkum, fortel tað fyri øllum.

 

Fjølmiðlarnir eru tíðinda-graðir og ynskja fangandi søgur, tykjast spæla við í Hamas pressuni og leggja vertin í sannleika.

Ávísir samhugaðir “lyklapersónar” fortelja einvísar saftigar søgur, sum miðlarnir gloypa.

At ræðuleikar fara fram, skal so ikki avvísast.

 

Um Hamas legði vápnini og gav leysar eftirverandi gíslar, so var friður aftur, men tað vilja teir altso ikki, seta bara fram órealistisk krøv og SPÆLA at vilja frið, tað hevur søgan víst okkum.

So her skal annað til enn tað, at góðtaka ein stat, ið so fær enn betri høvið at fremja sína missión, saman við Iran og militantum bólkum.

 

SJÁLVGJØRT ER VÆL GJØRT

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tóra var besti leikari í juni
Bragdið hjá Ziska bjargaði 17 av manning…
Eysturlund - ikki kapping við SEV
Opið hús í Betesda á Summar­festivalinum
Hetta var ikki nýtt fyri Klaksvíkar komm…
SF: Eingin spyr meg – eg møti bara upp
Veðrið á Summar­festivali­num - dagført se…
Palestina - EINGIN VARANDI LOYSN ?
Steintór vitjar Norðlýsið
Video: Sakaris roynir nakað heilt nýtt
Forvitnis­lig vinnumessa við Tjarnir
Syngið við í Christians­kirkjuni
Hugni við bátabrúgvar­nar í kvøld
KÍ hevur 2-0 leiðslu við til Ungarn
Myndarøð:KÍ vann 2-0 á Neman úr Hvítarus…
Sambands­flokku­rin og monopolið
Listaframsýning
Nik & Jay: Tað verður ein oyggja­rveitsla
Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir by…
Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin…