SF: Eingin spyr meg – eg møti bara upp
Frásøgumaðurin á Vágsbø verður ikki spurdur longur – hann møtir bara upp
Í næstan tjúgu ár hevur Sjúrður Skaale verður frásøgumaður á stóra palli á Summar Festivalinum.
Ár eftir ár hevur hann presenterað tær stóru útlendsku stjørnurnar og teir mongu føroysku bólkarnar. Alt frá Europe og Suzi Quatro til Dynamit og Eivør.
– Eg haldi, at tað var í 2005, at Steintór Rasmussen kom inn á gólvið og spurdi meg, um eg kundi vera frásøgumaður á Summar Festivalinum, og eg segði ja. Eg helt, at tað var stuttligt at royna, og eg havi hingið upp á tað síðani, sigur Sjúrður Skaale.
– Nú er tað blivið so fast, at eg verði ikki spurdur longur. Eingin hevur tosað við meg um at vera frásøgumaður í ár. Eg møti bara upp, sigur hann.
Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram til leygardagin.
Her kanst tú síggja video-samrøðu við Sjúrð Skaale, frásøgumann á Summar Festivalinum: