Veðrið á Summarfestivalinum - dagført seinnapartin 6. august
Veðrið á Summarfestivalinum í ár sær enn út til at fara at vera umleypandi. Frá hósmorgni til leygarmorgun fara tvey lágtrýst beint tvørtur um Føroyar, og tey hava nakað av vindi við sær umframt fitt av regni – serliga tað seinna lágtrýstið.
Veðrið teir tríggjar dagarnar, Summarfestivalurin er:
Hósdagin:
Á middegi og eitt sindur út á seinnapartin kemur hann sunnaneftir, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Seint seinnapartin gongur hann upp í vestan, og so minkar vindurin so við og við niður í, 3 til 8 m/s, og um kvøldið er skýggjað og ælaveður. Fríggjanáttina gongur hann niður í útsynning og veksur vindin upp í 8 til 13 m/s, enn skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 10 til 13 stig.
Fríggjadagin:
Fyrrapartin og eitt sindur framvið middegi 5 til 10 m/s av útsynningi, samdrigið og regn. Seinnapartin minni vindur, 3 til 8 m/s av ymsum ættum, og eina løtu næstan turt. Um kvøldið samdrigið og samregn í einum útsynningsloti, 5 til 10 m/s. Út á náttina fer ættin upp í útnyrðing. Hitin 9 til 13 stig.
Leygardagin:
Hann fer at liggja um vestan allan dagin, 5 til 10 m/s fyrrapartin og eitt sindur út á seinnapartin við skiftandi skýlofti og sólglottum, men eisini onkrum æli. Sum tað líður á seinnapartin minkar vindurin niður í 3 til 8 m/s, og tað er so vindferðin og restina av degnum og kvøldinum við. Loftið skýggjað og sum frá líður er yvirhøvur turt. Hitin 10 til 14 stig.