SF: Í kvøld spæla Nik & Jay á Vágsbø
Fyrsti dagurin á ársins Summar Festivali bjóðar Nik & Jay, Sakaris, Gunnva, Páll Finnur Páll og fleiri
Í dag byrjar Summar Festivalurin 2025. Hetta er 20. ferð, at stóri festivalurin í Klaksvík verður hildin.
Høvuðsnavnið í dag er danski popprappbólkurin Nik & Jay, sum í meira enn tjúgu ár hevur útgivið og framført hitt til stóru og breiðu fjøldina. Hittini eru eitt nú "Hot", "Elsker hende mere", "Lækker", "En dag tilbage" og "Boing". Í summar hava teir hittað við nýggja sanginum "Aura". Nik & Jay spæla á Vágsbø klokkan 22 í kvøld.
Í kvøld vera eisini konsertir við Páll Finnur Páll, Gunnva, Sakaris, Anna Lovisa, Magni Christiansen og Son of Fortune.
Silvaland, sum er fyri børnini og familjurnar, letur eisini upp í dag, og har verða spøl, aktivitetir, undirhald og framførslur á skránni. Í dag hevur Bubu konsert í Silvalandi.
Summar Festivalurin heldur fram til leygardagin.