Jólaeingilin, sum flutti seg av sær sjálvum
KS: Annar sunnudagur í advent er í dag, og næsti partur í framhaldssøguni er klárur. Spennandi og hugnaligt at fylgja nissunum
Hesin parturin eitur “Jólaeingilin, sum flutti seg av sær sjálvum”
Í dag, annan sunnudag í advent, hendi nakað løgið. Allar jóladekoratiónirnar vóru fluttar runt í Gomlu læknahúsunum og stóðu als ikki har, ið starvsfólkini høvdu sett tær. Hetta legði eitt av starvsfólkunum merki til, tá ið hon skuldi fara eftir onkrum sum hon hevði gloymt.
Ein jólaeingil hekk á einum av sjónligu bjálkunum á loftinum og hann var fluttur á ein heilt annan bjálka. Stórviðurin í húsinum er úr teimum gomlu læknahúsunum sum stóðu áðrenn hesi. Tey vóru bygd umleið 1871. “Tað mann vera av trekki” hugsaði starvsfólkið. “Trekki?” segði hon aftur fyri seg sjálva. “Trekkur kann ikki flyta ein jólaeingil frá einum bjálka til ein annan!”
Starvsfólkið gekk og stimaði aftur og fram á loftinum.
Men niðriundir lógu nissurnar og veltust runt á gólvinum í látri, so tær máttu halda fyri búkin. Ljósfríða hevði hugsað: at fólk í 2025 hava alt ov nógv um oyruni og sansa nærum ikki tað, sum er rundan um tey. Vit mugu royna at fáa tey at vera nærverandi, flenna og gera okkurt skeg!
Greinar hevði hugsað ein heilt annan tanka: “Ikki nakað kúllaligt! Men heldur stuttligt!” Men Ljósfríða gjørdi, sum Ljósfríða plagdi at gera – alt eftir hennara egna huga.
Og Rótfía hevði lagt eitt súrepli og grønar greinar har hon helt tað hóskaði. “Týdningarmikið er at síggja alt tað vakra sum er rundan um okkum og sum vekir gleði!” helt hon.
Tá ið starvsfólkið fór oman aftur trappurnar – hugsunarsom um tað, sum hon hevði sæð á loftinum, fann hon eitt lítið skriv á næstniðasta trini. Hon tók tað upp og undraðist, hví hon ikki hevði lagt merki til tað, tá ið hon fór upp trappurnar. Á skrivinum stóð: “Gloym ikki gleðina. Gleðin er sum jólabommini – tey smakka best, tá ið tey verða deild við onkran. Vinaliga: Húsini hjá tykkum, ikki frá tykkum.”
Tað var so stilt inni, ímeðan starvsfólkið las seðilin, at mann hevði hoyrt um ein knappanál datt á gólv. Nissurnar høvdu trupult við at halda láturin inni og at vera stillar. Tá ið starvsfólkið var farið út um hurðina, brustu tær útúr at flenna og høvdu tað so stuttligt sum ongantíð fyrr.
Aftaná henda dag, byrjaðu fólk at tosa um, at okkurt ónatúrligt var í Gomlu læknahúsunum. Onkur av starvsfólkunum søgdu, at tey ofta hoyrdu onkran trippa á loftinum ella skavast í kjallaranum, tá ið tað var stilt inni.
Tað kvøldið settu nissurnar seg upp á bitan at hugaroka um dagarnar, sum høvdu verið og teir sum fóru at koma. “Heldur tú tey smílast,” segði Ljósfríða. “Ja,” svaraði Greinar. “Men vit mugu ansa okkum næstu ferð, so tey ikki blíva bangin.” “Ella smílast tey ikki,” fnisaði Rótfía.
Nú máttu tær hugsa seg væl um, hvat henda skuldi næstu dagarnar.
