Lýsing
Lýsing
Lýsing

Menning og framleiðsla av fiskavørum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.12.2025 - 08:30 Tíðindi Vinna

Stórir møguleikar eru at menna virðisøktar vørur burturúr stóra livandi tilfeinginum í sjónum, men hvat kann gerast fyri at skapa størri virðir burturúr tilfeinginum. Tað er evnið á næsta tiltakinum í Ocean Cluster Faroes, sum verður hósdagin 11. desember kl. 14 á Bátasavninum í Leirvík.

 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur fyri stuttum síðani sett á stovn Mat- og tilfeingishúsið, sum er ein eind undir ráðnum, hvørs endamál er at seta sjóneyku á føroyska tilfeingið. Ætlanin við mathúsinum er, at tað skal veita fakliga ráðgeving í matvøruframleiðslu og menning av matvørum, men hvat merkir hetta fyri fiskivinnuna? Á tiltakinum kemur Drós í Ólavstovu at greiða frá ætlanunum við nýggja mat- og tilfeingishúsinum. Hon fer at greiða frá, hvørjar møguleikar hon sær fyri sær í mun til at fáa meira burturúr okkara tilfeingi úr havinum, og hvussu mat- og tilfeingishúsið kann stuðla fyritøkum at menna nýggjar vørur.

Í strategiætlanini hjá Setrinum fyri 2023-2030 verður skrivað, at tað “verður hildið, at møguleikarnir eru stórir hjá fiski- og alivinnuni at fáa meira virði burtur úr lívfrøðiliga tilfeinginum úr sjónum og hartil eisini størri menning av matvøruvirðisketuni. Meira menning krevur tvørfakligt samstarv, viðkomandi gransking og hægri útbúgving í matvøruvísindum, lívfrøði, biotøkni, verkfrøði og búskaparfrøði/handilsskapi”. Men hvussu skal hetta fremjast í verki? Hvørjar ítøkiligar ætlanir eru, og hvat er tíðarkarmurin? Hvussu kann mann hugsa sær eitt slíkt samstarv sær út, og hvat kunnu fyritøkur vænta at fáa burturúr? Hesum kemur ráðgevin í Granskingar- og framtakseindini hjá Setrinum, Durita Nielsen, at greiða frá. Umframt royndir hennara at samskipa hetta arbeiðið á Setrinum, hevur Durita eisini eina viðkomandi PhD í góðsku av sjófeingi og drúgvar royndir úr alivinnuni.  

Síðani koma Jan E. Petersen, frá Primafisk, og Páll Gregersen, frá PRG, við sínum sjónarmiðum, um hvussu teirra fyritøkur arbeiða við menning í gerandisdegnum, hvørjir møguleikar eru, og hvat tað almenna og gransking kann gera fyri at stimbra matvøruframleiðslu av fiskavørum. Jan E. Petersen, sum í nógv ár hevur framleitt ymisk sløg av vælkendu fiskapylsuni, umframt aðrar fiskavørur, kemur at greiða frá tilgongdini at menna nýggjar vørur til heimamarknaðin, meðan Páll Gregersen fer at leggja dent á møguleikar og forðingar at útflyta til Brasilia, nú tá heilsufrøðiliga góðkenningin ikki longur er ein forðing. Eisini fer Páll at greiða frá nøkrum av innanhýsis verkætlanum teirra at betra framleiðsluna og menna nýggjar vørur.

Sum altíð, verður høvi til eitt prát og ein drekkamunn eftir tiltakið. Tá ið hetta er síðsta tiltakið fyri jól, verður borðreitt við rís a la mande og øðrum góðum. Øll eru vælkomin til tiltakið, sum verður á Bátasavninum í Leirvík, men neyðugt er at skráseta seg á heimasíðu Sjókovans her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival