Lýsing
Lýsing
Lýsing

Inner Wheel á Luksus Loppum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.12.2025 - 06:45 Mentan Tíðindi

Heimsumfatandi kvinnufelagsskapurin í Rotary verður í Luksus Loppum leygardagin 13. desember í Badmintonhøllini. Tey fara at selja Madagaskartaskur og lutaseðlar av tveimum taskum proppaðar við jólamixi. Hesin stuðulin fer til frama fyri Hjartabarnið

 

Hjartabarnið er áhugabólkur fyri foreldur og avvarðandi hjá hjartabørnum.

Taskurnar eru gjørdar úr sisal, basti og grasi, sum veksur á Madagaskar. Taskurnar fáast í nógvum ymiskum litum og støddum. Allar eru fóðraðar og hava ein innaralumma og band at rykkja saman, so innihaldið verður fjalt. Stuðla einum góðum endamáli - Hjartabarnið

Inner Wheel er ein heimsumfatandi kvinnurørsla í 104 londum við umleið 108.000 limum. Endamálið er at fremja vinarlag, hjálpsemi og altjóða fatan. Inner Wheel er ein ópolitiskur felagsskapur og ein av størstu heimsfelagsskapum, hvørs endamál er at hjálpa kvinnum og børnum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Testovan Marin Malena letur upp
Er hetta 10'arin?
KÍ á ferð til Albir
Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta…
Føroya Skjótasta Hálvmaraton í Klaksvík
Nær verður arbeitt við farstøð­ini?
Nevndin í FF hevur skipað seg
Húsaprísu­rin hækkaði 13% í 2025
Ein heilsan frá býráðs­húsinum
Ein tjóðarbyggjari og felags­maður er far…
Altjóða kapping í Íslandi
KÍ hevur ársaðalfund
Vit mugu styrkja eftirlitið og fáa tamar…
Jenis spyr um trúarsamfeløg í Føroyum
Ítróttafagnaður 2025 - Tilnevn­ingar til…
KS: Svøvnambulatoriið fingið nýtt starvs…
Norðsøki góð 15.000 pund
Tá hildu vit ondini!
Heygavegur stongdur