KÍ stendur spyrjandi
- Vit og fleiri við okkum, standa spyrjandi hví Klaksvíkar Kommuna ikki kann finna aðra loysn - sum vit eisini hava víst á, sigur Tummas Lervig, nú býráðið eftir ætlan fer at langtíðarleiða hølini í norðurendanum í KÍ høllini til frítíðarskúla frá á sumri 2025 og tvey ár fram.
Vit hava tosa við Tummas Lervig, formann í KÍ og biðið hann um eina viðmerking til tíðindini í dag um at hølini í KÍ høllini skulu nýtast til frítíðarskúlavirksemi.
- Fyri nøkrum árum síðan bleiv ein avtala gjørd hvussu øll hølir og hallir skuldu nýtast av ítróttarfeløgum sum virka á matriklinum. Avgjørt var eisini hvørji hølir vórðu felags og sum kundu brúkast eftir tørvið frá einstøkum felag. Síðani hava hesi rúm verði brúkt til eina breiða viftu av tiltøkum, fyri fleiri ítróttarfeløg í býnum, sigur Tummas
- Harafturat hava hesi høli eisini stóran týdning fyri UEFA góðkenningar, tí tey eru partur av teimum hølum, ið vit skulu seta til taks, sigur Tummas.
At langtíðar leiga/binda partar av hølunum til annað virksemið uttan fyri matrikulin var ikki tankin í hesari avtalu. Vitandi um, at tað fyriliggur ein býráðssamtykt sum byggir á somu avtalu - rættvísgerð ikki møguligari avgerð hjá Klaksvikar Kommunu at flyta annað virksemið inn á matrikulin sum ikki er itróttar relatera, sigur Tummas
- Tað er eisini hugstoytt, at kommunan – uttan nakað samskifti við tey sum daglia brúka hølini – taka avgerðir um hvat hølini skulu brúkast til. Her hevur mangla samskifti frá byrjan av, sigur Tummas Lervig við Norðlýsið at enda