Felagið fyri kirkjuráðslimir fingið búmerki
Fyrr í ár skrivaði Felagið fyri kirkjuráðslimir út búmerkjakapping. Tá freistin var farin hin 1. mai, vóru 11 uppskot komin inn.
Nevndin í felagnum fekk sær hjálp hjá serkønum fólki og eftir at hava kannað tey innsendu uppskotini gjølla, ið øll vóru dulnevnd, gjørdi nevndin einmælt av, hvør hevði uppiborið at vinna.
Á lítlari samkomu á matstovuni Rist í Runavík jóansøkukvøld 24. juni handaði forkvinna felagsins Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen vinnaranum Sjúrði Højgaard blómur og heiðursbræv. Virðislønin var 10.000 krónur.
Ætlanin er at brúka búmerki í øllum samskifti felagsins frameftir.
Hildið varð, at hetta var eitt gott høvi, nú Felagið fyri kirkjuráðslimir verður 30 ár í september.
Sjúrður Højgaard, ið dagliga arbeiðir sum grafiskur sniðgevi, sigur soleiðis um búmerkið:
“Búmerkið inniheldur 12 formar, 4 av teimum mynda ein kross, 4 eru hjørtu, og 4 eru sum blómur, sum eisini styrkja krossarformin.
Talið 12 talar um stjórn og teir 12 ápostlarnar, sum sótu sum eitt ráð í Jerúsalem - og har teir máttu velja Mattias at fylla plássið hjá Judasi, sum sveik Harran og sum hongdi seg.
Krossurin er kjarnin í kristna boðskapinum. Hann hevur fýra horn, sum siga, at Harri okkara doyði fyri allan heimin og biður sínar fara og boða hetta kring allan heim, út í allar ættir og fyri øllum. Tær 4 ættirnar minna á, at Felagið fyri kirkjuráðslimir umfatar alt landið.
Ein annar kjarni í kristna boðskapinum er kærleikin, sum má vera ráðandi í øllum kristnum arbeiði, bæði innan virksemið sjálvt og mótvegis øllum pørtum uttanfyri virksemið. Kærleikan fáa vit frá honum, sum fyrst elskaði okkum, alra mest tá ið hann gav seg sjálvan at doyggja fyri okkum á krossinum.
Blómurnar uttast eru tekin um, at við at vera miðsavnað um krossins boðskap, í sonnum kristnum kærleika, vil arbeiðið bera frukt, - frukt, sum varar við til ævigt lív.
Búmerkið er mannliga teknað, ikki gjørt við vitlíki.
Tveir litir eru í búmerkinum: Fjólublátt og myrkagrátt. Fjólublái ber boð um kongligleika og myndugleika, meðan myrkagrái, saman við, ber boð um íhaldssemi, protokoll og álvarsemi. Harri vár er kongur konga og orð hans sigur, at vit eru kongar og prestar og kongligur prestaskapur, men tann myndugleika hava vit sjálvandi einans undir honum, sum sendiboð í hansara stað.
Navnið er sett við skrift týpuni Garamond. Henda skrift er nevnd eftir Claude Garamond, sum livdi í París í sekstandu øld. Garamond fonturin er vinsælur til henda dag og ofta brúktur í bókaprenti og lesiteksti. Stavirnir í Garamond eru kensluríkir og sveiggjandi. Garamond er ein serifa-skrift, sum merkir, at stavirnir hava føtur. Við Garamond lýsir ein grafiskt, at ein er rótfestur í siðbundnum virðum.”