Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Leivur Thomsen

Bernharður Wilkinson takkar fyri seg sum dirigentur í Føroya Symfoniorkestri

SKRIVAÐ: Føroya Symfoniorkestur  |  26.06.2025 - 10:16 Mentan Tíðindaskriv

Eftir 21 ár sum høvuðsdirigentur fyri Føroya Symfoniorkestur letur Bernharður Wilkinson nú sessin víðari til ein nýggjan høvuðsdirigent. Við Bernharði á odda hevur symfoniorkestrið ment seg ómetaliga nógv, listarliga sum tónleikaliga, og symfoniorkestrið hevur styrkt sína støðu markant í føroyskum mentanarhøpi.

 

 

Benni, sum hann eisini verður nevndur, hevur verið ein snúningsdepil í menningini hjá orkestrinum; og hevur hann m.a. lagt lunnar undir bæði familju- og jólakonsertina og barnakonsertirnar. Hann hevur stjórnað óteljandi konsertum – alt frá stóru nýggjárskonsertunum til rokk- og poppkonsertir. Undir hansara leiðslu hevur orkestrið eisini frumframført hópin av verkum eftir føroysk tónaskøld.

“Tað hevur verið ein stórur framíhjárættur at arbeiða saman við so dugnaligum tónleikarum og at vera partur av einum orkestri, ið hevur so stóran mentanarligan týdning fyri Føroyar. Eg eri takksamur fyri henda møguleikan – men tíðin er nú búgvin til, at nýggjar kreftir koma framat ” sigur Bernharður Wilkinson.

Bernharður hevur eisini verið virkin sum kórleiðari og tónleikalærari í føroysku musikkskúlaskipanini, og hesum heldur hann fram við.

 

Nýggjur dirigentur

Symfoniorkestrið hevur gjørt fýra ára avtalu við ensku Catherine Larsen-Maguire. Catherine er upprunaliga útbúgvin fagotspælari og spældi solofagot í Komische Oper í Berlin áðrenn hon fór dirigentleiðina. Her ber til at lesa meira um nýggja dirigentin https://larsen-maguire.com/english/

Eftir nýggjárskonsertina 2026 letur Bernhardur Wilkinson dirigentstavin víðari til Catherine Larsen-Mcguire. Sostatt verður fyrsta framførslan hjá Catherine stóra konsertin saman við Kim Hansen og bólki í februar.

”Vit eru øll takksom fyri stóra arbeiðið, Benni hevur lagt í Føroya Symfoniorkestur. Hann hevur saman við framúrskarandi tónleikarum og dedikeraðum sangarum, samstarvspørtum, stuðlum og øðrum flutt okkara orkestur og kór risastór fet fram á leið” sigur stjórin, Hans Petur í Brekkunum.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Visit Faroe Islands punktum fo
- Tit súkkla fyri teimum, sum framvegis…
Ókeypis Voxbotn Nósaland verður ársins s…
Starvs­fólka­bygningu­rin á Klaksvíkar Sjúk…
Yvirskotið til Bláu Bylgju
Rynkurnar farnar úr Klaksvík
Snallabjalla inn í KÍ høllina
Bernharður Wilkinson takkar fyri seg sum…
Reydligur sjógvur kring oyggjarnar
Felagið fyri kirkju­ráð­slimir fingið búme…
Borgar­stjó­rin svarar spurningum
Eyðstein: Gongur strúkandi at fyrireika…
TSK: Lærari til Timburdeildina
Prógvhandan á Tøknibreyt­ini
Søguligur dagur í NATO verjusamgonguni
3 pør av beiggum á A-lands­liðnum
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Høvuðsstuðlar hjá Føroya Sjómannadagi
Saman um fjørðin
Magni Christiansen við Country og Gospel