Borgarstjórin svarar spurningum
Les um, hvussu Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, svarar spurningum um fíggjarviðurskiftini, fólkavøksturin, gomlu politistøðina, íløgur, spillvatnsskipan, møguligan nýggjan barnagarð, sjóhita, ósetta kommunustjórastarvið, útstykkingar og um Vágna, har ein spennandi ætlan er um at gera súkklu- og gonguleið. Spurningarnir komu bæði frá vertinum og frá lurtara.
Fíggjarliga sær væl út. Kommunan hevur ein umsetning upp á umleið 400 milliónir, og tá má man altíð hava ein ávísan likviditet. Tað kneip í byrjanini av árinum, tí nakrar verkætlanir skuldu avsluttast, og vit høvdu tørv á likviditeti. Tí upptóku vit eitt lán upp á 40 milliónir og komu harvið upp um álíkningina og fingu undantaksloyvi frá Fíggjarmálaráðnum. Tað var ongin trupulleiki, og framrokningarnar siga nú, at um onki gongur heilt galið, verður kommunan niðanfyri álíkningina, tá árið er úti.
Fólkatalið hevur sett met, og nú búgva yvir 5.400 borgarar í Klaksvíkar Kommunu. Tað gongst væl at taka ímóti nýggjum klaksvíkingum. Skúlin er heilt væl fyri og klárar væl at nøkta tørvin, sum er. Har eru ávísir trupulleikar við ansingarplássum, men arbeitt verður at loysa tann trupulleikan. Ein stórur árgangur fer úr dagrøkt og í skúla nú, og tað lættir eitt sindur um. Ætlanin er at byggja ein nýggjan barnagarð, so vit hava ein nýggjan stovn kláran, tá trýstið aftur kemur á dagrøktarøkið.
Gamla Politistøðin: Á seinasta býráðsfundinum áðrenn summarfrítíðina verður støða tikin til, um gamla politistøðin á Jústabrekku 1 skal seljast, og peningurin brúkast til ein nýggjan barnagarð. Harvið verður ein bygningur, sum kommunan ikki brúkar, seldur, og pengarnir brúktir til ein stovn, sum kommununi álvarsliga tørvar.
Íløgurnar verða ikki tær stóru komandi 4 árini, tí komið verður á mál við fleiri stórum íløgum. Kommunan er í løtuni framvegis bundin av 3 stórum verkætlanum, ið eru hornið við skýlini til fótbóltsvøllin, eins og stór renovering av býráðshúsinum er í gongd og verður liðug í summar.
Kloakkskipanin er ikki komin á mál enn, men peningur verður settur av til at dagføra spillvatnsskipanina.
Kommunustjórin hjá Klaksvíkar Kommunu fór úr starvi 27. januar, ið vil siga fyri 5 mánaðum síðani, og enn er nýggjur ikki settur. John Færø, trivnaðarstjóri, er fyribils kommunustjóri. Nýtt býráð tók við í januar mánað, og uppsøgnin kom brádliga á. Býráðið hevði tørv á tíð til at stabilisera seg, og tey hava alla tíðina verið samd um, at nýggjur kommunustjóri skuldi setast, men tað er ongin orsøk at skunda eina tílíka setan ígjøgnum, tá virkandi kommunustjórin er væl inni í tingunum.
Nýggjur barnagarður verður møguliga keyptur ella bygdur. Sí ”Gamla Politistøðin” omanfyri.
Parkeringsviðurskiftini í miðbýnum mugu betrast. Fleiri og fleiri fólk búgva í miðbýnum, eftir summarferiuna fer Húsarhaldsskúlin í gongd, og um eitt lítið ár verður KG klárt. Neyðugt at finna eina loysn uppá parkeringsviðurskiftini har; møguliga tað verður eitt parkeringshús, men tað er ikki avgjørt enn. Arbeitt verður við ætlan um at flyta busssteðgiplássini í miðbýnum og útvega 90-100 fleiri parkeringspláss.
Sjóhitaskipanini hevur man ikki fingið alt tað burturúr, sum man ætlaði. Skúlin er partvís bundin í hana, og peningur er settur av til at fáa størri part av skúlanum uppí. Í næstum verður settur ein Sjóhitabólkur, ið skal arbeiða við sjóhita, og sum verður í stíl við Fjarhitafelagið í Havn. Felagið skal koyra uttan um kommununa, og tí er neyðugt, at onnur koma uppí sjóhitaverkætlanina. Ynskiligt hevði verið at fingið m.o. Tekniska Skúla, Sjúkrahúsið og Røktarheimið Við Vágna uppí eisini.
Útstykkingar eru í gongd, og grundstykkjalistin er avtikin/umskipaður. Tað hevur verið trupult at fáa hendur á attraktivum grundstykkjum, og listin, sum er nýttur gjøgnum tíðirnar, er meira ein forðing enn til gagns. Ein nýggjur pallur verður í staðin gjørdur, har tað verður lættari hjá fólki at fáa grundstykkir. Eftirspurningurin eftir íbúðum er rættiliga stórur, serliga millum tey ungu, og tey, sum byggja íbúðir, hava langar bíðilistar, og har er byggilendi ein mangulvøra, eins og arbeiðsmegin er í troti.
Vágna spurdi ein lurtari um. Vágin er ein óspiltur diamantur við sera stórum potentiale, og borgarstjórin varð spurdur um sínar tankar um Vágna. Býráðið ætlar at gera eina gongu- og súkkluleið út eftir víkini á báðum ørmum frá Heiminum við Vágna og av Stongunum og inn í víkarbotnin. Hetta ger, at fótgangarar og cyklistar ikki noyðast út á vegin við bilferðslu. Ætlanin er at gera hetta arbeiðið í stigum, har ein partur verður gjørdur at gangin.