Lýsing
Lýsing
Lýsing
KG er eitt ótrúliga spennandi bygningsverk, sum rættiliga kemur at flyta Klaksvík fram í tíð! | Mynd: Dávur Winther

Bygningsdeildin hjá Tórshavnar Kommunu á námsferð í Klaksvík

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  24.06.2025 - 17:23 Mentan Tíðindi Vinna

Fyri einum mánaða siðan ringdi leiðari á Bygningsdeildini hjá Tórshavnar Kommunu, Johan Syderbø til undirritaða og spurdi, um tað kundi lata seg gera við eini byggiplássvitjan í miðbýnum í Kaksvík i dag

 

Ein skrá varð gjørd fyri at leggja vitjanina betri tilrættis:
kl. 10.00 sóu tey Húsarhaldsskúli Føroya, har Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, greiddi frá. Tey eru nú væl áleiðis við at innrætta seg, áðrenn skúlabyrjan í august 2025.

35 næmingar kunnu ganga og búgva á skúlanum, sum eisini bjóðar øll handans skeið í summarhálvuni.

Húsarhaldsskúli Føroya hevur hátíðarhildið 50 ára føðingardag sín í ár. Øll árini hevur eftirspurningurin til skúlan verið stórur. Men nú tað kunnu verða 35 næmingar á komandi skúlaári, so er eftirspurningurin so stórur, at væl meir enn tað dupulta stendur í bíðirøð.

So tað er umráðandi og spennandi at fáa henda snotiliga og rúmliga bygning tiknan í nýtslu á hesum prýðiliga staði.

kl. 10.30 sóu tey 14 fólkini á Byggideildini Neystið, har Dávur Winther greiddi frá – Í skemti varð sagt, at tey kundi sleppa at síggja Klaksvíking, men ikki nema við hann!

Bygningurin, sniðið og tað, hann kundi á hesi vøkru staðseting, hugtók gestirnar.

kl. 11.00 sóu tey KG, har Sørmundur Árni Kalsø, verkætlanarleiðari greiddi frá byggingini og teimum serligu samansetingini av konstruktiónini, sum í onkrum førum er rættiliga sjálvberandi við stórum úthangi.

Summar av súlunum eru bert settar upp í eini byrjunartíð, sum hjálp til at bera undir stoyping, men skulu takast burturaftur. Hetta er eitt spennandi verkfrøðingararbeiði, sum hevur sína avbjóðingar, greiddi Sørmundur frá.

Síðani var farið upp á takið, har vit sóu neyvari tann stóra takgluggan ella skeilettið, sum fevnir um alla forhøllina.

Í uppskotinum til byggisamtykt fyri miðbýin, sum Ósbjørn Jacobsen hevur gjørt – eins og teknað hotellið, verður sagt, at allar fimm framsíðurnar – eisini takið, skulu verða væl umhugsaðar við skilgóðum arkitektoniskum loysnum.

Tí er eisini ætlanin, at KG skal hava flag lagt á, kring um tann stóra takgluggan. Sama hevur húsarhaldsskúlin og neystið nakað av flagi, fyri eisini at prýða um.

Eitt ótrúliga spennandi bygningsverk, sum rættiliga kemur at flyta Klaksvík fram í tíð!

Síðani varð kl. 11.30 farið í Varpið, har greitt varð frá bygging, fígging, ljóð- og tøkni, tiltøkum og hvussu fleksibult húsið er til so ymiska nýtslu.

Eftir tað lá leiðin til Kunoyar at fáa ein betri bita.

Jú, fólkini á Bygningsdeildini hjá Tórshavnar Kommunu við Johan Syderbø, leiðara, á odda vóru hugtikin av hesum spennandi miðbýi, sum tó at hann hevði ligið leingi í stoypiskeiðini, nú eftir fáum árum rættiliga er farin at vísa sínar spennandi dygdir.

Sanniliga eina vitjan verdur, hildu tey fyri og takkaðu fyri.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pelagos hevur sett nýggjan stjóra
Konni Kass í Finsen
Sjórættu­rin á føroyskum hondum ólavsøkud…
Føroyskt whisky sum uppliving og ferðamá…
Broytingar í innsavning­ini á Ólavsøku
Steintór og Tríggjar kvinnur
Takkarheilsan í sambandi við Friðargongu…
Nú fellir avgerðin hjá KÍ í Klaksvík
U18 lið í sandflogbólti til undankapping…
Bretska fregattin ST ALBANS vitjar í Før…
Jákup Sverri liðugur við makrel­kanningar
Nýtt kvæðalag hjá Jógvani Andrias Joense…
Friðargonga í kvøld
Upptakt: Radnicki 1923-KÍ
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
KÍ hevur havt sína dystardag-1 venjing
Frøði hesa ferð
Sethúsaprísir øktir skjótari enn tøka in…
Samlaða eftirlønaruppsparingin 13,2 mia.…
Kunsturin at skjóta út til horna