- Tit súkkla fyri teimum, sum framvegis stríðast
segði Karl Johansen, borgarstjóri millum annað í røðu sínari tá Team Rynkeby fór úr Klaksvík fyrrapartin. Vit prenta røðuna niðanfyri
Góðan morgun, øll somul
Í dag byrjar ferðin!
Ikki bara ímóti París, men ímóti nøkrum nógv størri – nevnliga vónini um lív og kærleika.
Tað eru støður í lívinum, har tíðin steðgar upp!
Í øllum førum kennist tað soleiðis. Tað kann vera ein telefonsamrøða, eitt úttrykk frá einum lækna ella einum, sum stendur tær nær.
Knappliga gerst verðin óhugnaliga kvirr, tí ein tú varðar av, er blivin sjúkur.
Hetta hendi fyri okkum, og er hetta eisini hent fyri fleiri av tykkum.
Tá ið man er komin upp í mín aldur, so hevur man uppliva eitt sindur av hvørjum. Bæði viðgongd og mótgongd.
Eg minnist enn sólarklárt, tá ið Annika, elsta dóttir okkara, ringdi við boðunum.
Eg var til arbeiðis á politistøðini í Klaksvíkar, har eg arbeiddi sum sýðslumaður.
Hon hevði fingið svar, og boðini vóru, at hon hevði fingið staðfest bróstkrabba! Alt bleiv kvirt!
Hetta var ein trupul tíð hjá dóttrini, men eisini hjá okkum, sum vóru rundan um hana, tí hóast hon var komin upp í árini, og var flutt heimanífrá, so fer hon í hjartanum altíð at vera mín lítla Annika. Og onki er meira tyngjandi enn at síggja síni børn hava pínu, og at uppliva, at tey kempa ímóti sjúku, sum tú sjálvur onga ávirkan hevur á.
Vit kunnu í dag gleðast um, at ljósið aftur fór at lýsa.
Smá fet, lítil smíl og til seinast, orðini: Tú ert frísk!
Hetta er ongin sjálvfylgja, tí tíverri gerast øll ikki frísk.
Tú ert frísk!
Hetta er ein setningur, sum framvegis merkir meg, tí tað er ikki bara ein setningur, men eitt undur.
Í dag súkkla tit – og tit súkkla nevnliga fyri júst hesum – undrinum.
Tit súkkla fyri teimum, sum framvegis stríðast, og fyri familjunum, sum halda ondini.
Saman við munagóðari gransking á krabbameinsøkinum, geva tit hesum familjum vón. Og við tí sjónliga arbeiðinum, sum tit gera, skapa tit ein felagsskap, sum ger, at ongin noyðist at kempa einsamallur.
Eg veit hvussu týdningarmikið tað er fyri tey, sum verða rakt, at tey hava ein góðan felagsskap, har tey verða møtt av fólki, sum kenna teirra støðu.
Hesum stuðlað tit undir, og eiga tit eina stóra tøkk fyri tað. Bæði tit sum súkkla, men ikki minst tykkum, sum gera tað møguligt fyri, at hesi kunnu súkkla.
At vera ein evarska lítið partur av hesum felagsskapinum hjá tykkum er okkum í Klaksvíkar kommunu ein stór æra.
Somuleiðis er tað ein heiður at fáa sagt farvæl við ynskjum um eina góða ferð.
Takk fyri tykkara ídni, dirvi og ikki minst hjartagóða hugburð.
---
Til tykkum sjálvbodnu í Smæruni.
Aftur í ár hava tit hjálpt við at fyrireika hetta tiltakið, og eiga tit eina hjartans tøkk fyri tað.
---
Eisini skal ljóða ein heilsan til fittu, røsku børnini í Blákolluni og Dr. Margrethu barnagarði, sum hava listprýtt og savnað pening inn til hetta góða endamál. Tit eru so ófør, øll somul.
Við ynskjum um eina ógloymandi ferð og blíðan byr, nú toymið Team Rynkeby fer avstað.
Takk fyri.