Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú verður dagstovnur bygdur – vit vilja raðfesta ansingartrygd

SKRIVAÐ: Býráðsmeirilutin  |  26.06.2025 - 22:15 Politikkur Tíðindaskriv

Á býráðsfundinum hóskvøldið 26. juni 2025 samtykti býráðið at fara undir at byggja ein nýggjan dagstovn, sum skal standa liðugur skjótast møguliga. Hetta verður gjørt sum ein liður í arbeiðnum at tryggja tøk dagstovnapláss og umgangast bíðilistar

 

Í nógv ár hevur Klaksvíkar kommuna megnað at havt ansingartrygd innan dagstovnaøkið, men seinastu mánaðirnar kommunan ikki megnað at liva upp til hesa trygd. Harumframt eru dagstovnar, sum halda til í bygningum, ið ikki eru bygdir til endamálið. Tí er eingin ivi um, at tørvur er á nýbygging innan hetta týðandi øki.

Eitt av málunum hjá nýggja býráðsmeirilutanum er at arbeiða miðvíst fram ímóti einum tíðarhóskandi dagstovnaøki, so børn og vaksin fáa bestu sømdir at trívast og mennast.

Eitt týðandi fyrsta stig á hesi kós varð tikin á býráðsfundinum hóskvøldið 26. juni 2025, har býráðið samtykti at fara undir eina útbygging av dagstovnaøkinum.

 

Vit raðfesta ansingartrygd

Annika S. Biskopstø, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn & ung, fegnast um samtykt býráðsins:

- Vit ynskja at hava eitt tíðarhóskandi dagstovnaøki til okkara smæstu borgarar og dugnaligu starvsfólkini á økinum, og við at útbyggja náttúrubarnagarðin Baldursbrá seta vit ferð á hesa tilgondina. Sum býráðsmeiriluti vilja vit eisini raðfesta ansingartrygd, og hetta er eitt avgerandi stig á leiðini at røkka hesum máli.

Í rúma tíð hevur verið umrøtt at fara undir hesa útbygging, sum er seinna byggistig, har útiøkið longu nú í stóran mun er gjørt til bæði byggistigini, og ætlanin er, at Baldursbrá og útbyggingin skulu hava somu leiðslu. Tí verður mett, at útbygging av Baldursbrá er tað mest nátúrliga næsta byggistigið á dagstovnaøkinum.

Ætlanin er at fara undir hetta arbeiðið beinanvegin, soleiðis at nýggju hølini verða tøk fyrst í komandi ári.

 

Snjallabjalla fingið neyðug høli

Hóskvøldið 26. juni 2025 samtykti býráðið eisini at útvega Snjallubjallu neyðug høli í norðurendanum av KÍ-høllini til virksemið hjá frítíðarskúlanum.

Bráðfeingis tørvur er á hesum hølum nú í summar, tí ein stórur árgangur av børnum kemur í Snjallubjallu í august mánað. Tørvur er á at uppnormera Snjallubjallu við á leið 30 børnum, um kommunan skal hava møguleika at bjóða øllum frítíðarskúlatilboð.

Nýtslan av hølunum í norðurendanum av KÍ-høllini verður galdandi í á leið 2 ár, so at rúm verður fyri hesum børnunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Høgni frálíkt úrslit
Semja gjørd um Vørn–sáttmálan
Radnicki-sigurin í topp 3 hjá KÍ
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
KÍ hevur vunnið átta milliónir higartil…
Uni Holm Johannesen: Innkeypskurvin
Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjóg…
Ferðamanna­skip á Klaksvík
Hetta segði hann ikki av sær sjálvum
Video: Hetta er byrjanin til nakað nýtt
Enn ein varði í altjóða søguni hjá KÍ
Skipa ein føroyskan kapitalmarkna
Kleyvar frúgv liggur á Elduvíksvegnum
Lat okkum seta aldursmark á sosialar mið…
Myndarøð: KÍ - FK Radnicki 1923
KÍ vann 1-0
U19 lands­lið­ini í sandflogbólti dystast…
Kommunuvali í Oyndarfirði
Løgmansrøðan 2025 er einki pensjónista-j…