Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Radnicki-sigurin í topp 3 hjá KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.08.2025 - 00:25 Ítrottur Tíðindi

Sigurin hjá KÍ móti Radnicki 1923 kemur í topp 3 fyri størstu altjóða úrslitini í søguni hjá KÍ.

Í hesi samanberingini eru javnleikurin móti Lille og sigurin móti Olimpija Ljubljana ikki taldir við, tí talan var um bólkaspæl og ikki dystir, har lið komu víðari. KÍ er komið 11 ferðir víðari í altjóða fótbólti.

KÍ hevur sligið hesi liðini út:

2018: Birkirkara (Malta, samanlagt 3-2)

2019: Tre Fiori (San Marino, samanlagt 9-1)

2019: FK Riteriai (Litava, samanlagt 1-1)

2020: Slovan Bratislava (Slovakia, samanlagt 3-0 uttan dyst)

2020: Dinamo Tbilisi (Georgia, samanlagt 6-1)

2022: Sutjeska (Montenegro, samanlagt 1-0)

2023: Ferencváros (Ungarn, samanlagt 3-0)

2023: BK Häcken (Svøríki, samanlagt 3-3, 4-3 uppá brotssparkskapping)

2024: Differdange 03 (Luksemborg, samanlagt 2-0)

2025: SJK (Finnland, samanlagt 4-1)

2025: Radnicki 1923 (Serbia, samanlagt 1-0)

 


Topp 3

1: Ferencváros í 2023

Størsta bragdið hjá KÍ var móti Ferencváros, tá KÍ sendi meistararnar úr Ungarn út úr Champions League.

 


2. Hacken í 2023

Sigurin hjá KÍ á svensku meistarunum í Champions League í 2023 kemur á 2. plássi. KÍ vann eftir brotssparkskapping.

 


3. Radnicki 1923 í 2025

Á 3. plássi kemur so samlaði sigurin á Radnicki 1923. Tað nærmasta er kanska Dinamo Tbilisi í 2020, men hyggur mann eftir virði á liðunum og hvar á UEFA-listunum Serbia og Georgia hava ligið, so er eingin ivi um, at Radnicki 1923 kemur á 3. plássi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Feskur fiskur fæst í Neystinum
Høgni frálíkt úrslit
Semja gjørd um Vørn–sáttmálan
Radnicki-sigurin í topp 3 hjá KÍ
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
KÍ hevur vunnið átta milliónir higartil…
Uni Holm Johannesen: Innkeypskurvin
Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjóg…
Ferðamanna­skip á Klaksvík
Hetta segði hann ikki av sær sjálvum
Video: Hetta er byrjanin til nakað nýtt
Enn ein varði í altjóða søguni hjá KÍ
Skipa ein føroyskan kapitalmarkna
Kleyvar frúgv liggur á Elduvíksvegnum
Lat okkum seta aldursmark á sosialar mið…
Myndarøð: KÍ - FK Radnicki 1923
KÍ vann 1-0
U19 lands­lið­ini í sandflogbólti dystast…
Kommunuvali í Oyndarfirði