Hetta segði hann ikki av sær sjálvum
Søgan um hann, sum segði nakað, men ikki av sær sjálvum, er mær áhugaverd. Hvussu tá ? Jú, tað er evangelisturin Jóhannes, sum byrjar við, at ein maður var sjúkur, Lasarus frá Betániu, úr teirri bygdini, sum Maria og Marta, .systir hennara búðu í. Um Mariu fortelur evangelisturin, at tað var hon sum salvaði Harran við myrrusmyrsli og turkaði føtur hansara við hári sínum og tað var bróðir hennara, Lazarus sum var sjúkur. Men tá íð Jesus hoyrdi tað, segði hann» Henda sjúka er ikki til deyða, men fyri dýrdar Guds skuld, men til tess at sonur Guds skal vera dýrmettur av henni. Men Jesus elskaði Martu og systir hennara og Lasarus.
Tá íð hann nú hevði hoyrt, at hann var sjúkur, var hann tó enn verðandi tveir dagar á tí staði, har sum hann var. Síðan sigur hann eftir hetta við lærusveinarnar: Latum okkum fara aftur til Judeu. Lærusveinarnir siga við hann:» Rabbi,nýliga ætlaðu Jødarnir at steina teg og nú fert tú hagar aftur.
Tá íð Jesus nú kom fekk hann at vita, at hann longu hevði ligið fýra dagar í grøvini. Men Betánia var nær við Jerusalem, okkurt um fimtan stádiur, hálvan annan fjórðing. Mangir av jødunum vóru komnir til Martu og Mariu at troysta tær eftir bróðurin. Har var grátur og sorg-Men sum mær dámar serliga væl í hesum føri at siga, so kom Jesus, og sum altíð broyttist umstøðan, fullkomuliga, og lesa vit at jødarnir søgdu kundi ikki hann, sum læt eyguni upp á hinum blindu, eisini haft gjørt, at hesin ikki var deyður. Jesus gjørdist aftur harmur og segði:» Takið steinin frá,sum lá fyri hellinum. Systir hins deyða sigur við hann:» Harri hann dampar longu,tí hann hevur ligið har fýra dagar. Teir tóku steinin frá, men Jesus lyfti upp eygu og segði. Eg visti fullvæl, at tú altíð hoyrir meg, men vegna mannamúgvuna sum stendur her rundan um, segði eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at tú hevur sent meg. Og aftaná, rópaði hann við harðari rødd:» Lazarus kom út higar!» Bundin á fótum og hondum við líkverju og sveitta dúkur bundin fyri andliti á honum. Jesus segði við teir loysið hann og latið hann fara. Mangir av Jødunum, teir sum komnir vóru og høvdu sæð tað, sum hann gjørdi, trúðu nú á hann. Men nakrir av teimum fór til Fariseararnar og søgdu teimum, hvat Jesus hevði gjørt. Høvisprestarnir savnað tá ráði saman og søgdu:» Hvat skulu vit gera, tí hesin maðurin ger mong tekin? Lata vit hann halda fram á henda hátt vilja allir trúgva á hann og Rómverjar vilja koma og taka baði land okkara og fólk. Men ein av teimum, Kajfas, sum var høvisprestur tað árið segði við teir, tit vita als einki og heldur ikki hugsa tit um, at tað er gagnligari fyri tykkum, at ein maður doyr fyri fólkið, enn at øll tjóðin fer til grundar. Men hetta segði hann ikki av sær sjálvum, men tá íð hann var høvuðsprestur tað árið, profeteraði hann, at Jesus skuldi doyggja fyri fólki og ikki bert fyri fólkið, men eisini til tess at savna í ein flokk Guds sundurspjaddu børn. (Søga sigur frá, at Kajfast, var en bitter fiende av Jesus.) sum óansæð persón sín av orði Guds okkara kunngjørdi hetta háttverda profetið um son Guds, minnir okkum á aðrar framstandandi heims leiðarar sum orð guds gjørdi og uttan iva framyvir møguligt kemur at fara fram. T.D. fara teir aleinaðir, nú fjølmiðlarnir m.a. fóra okkum við einum ótta um eitt triðja heims stríði, hóast óttan, so verður tað orð Faðirs okkara sum eigur seinasta orði. ( Harrin hevur reist hásætið sítt í Himli, og alt er lagt undir ríki Hansara sálm.103,19) sum tíbetur víðari frásøgn enn er ókend, uttan henda at okkum sagt av okkum øllum, men so takksom fyri vit eru, vegna triðja persónin sum eisini givið okkum hevur ein trúðarførleika á Faðirin, Sonin og Heilaga andan.